info
Ongi úrslit

ICES-tilmæli fyri botnfisk í 2027

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag tilmælini fyri fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki í 2027.

Nanný J. Toftegaard
27. november 2026 kl. 17:30

Havstovan skrivar, at tilmælini byggja á nýggjastu stovnsmetingarnar og kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES, ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Toskur á Landgrunninum

ICES mælir til, at í mesta lagi 552 tons av toski verða fiskað á Landgrunninum í 2027.

Gýtingarstovnurin er nú sera nær minsta markinum. Mett verður, at hann fer niður um hetta markið í 2027. Høgt veiðitrýst og minkandi tilgongd verða mett at vera høvuðsorsøkirnar til, at toskastovnurin er minkaður. Tað eru møguleikar fyri, at gýtingarstovnurin fer upp um markið í 2028.

Tilmæli 2027, toskur á LGTilmæli 2027, toskur á LG

Toskur á Føroyabanka

ICES mælir til, at í mesta lagi 403 tons av toski verða fiskað á Føroyabanka í 2027. Tilmælið er tað sama sum í 2026, tí ICES gevur tilmæli fyri tvey ár í senn fyri henda stovnin.

Tilmæli 2027, toskur á FBTilmæli 2027, toskur á FB

Hýsa

ICES mælir til, at í mesta lagi 23.894 tons av hýsu verða fiskað í føroyskum sjóøki í 2027. Tað er 22% hægri enn tilmælið fyri 2026.

Veiðitrýstið á hýsu hevur verið lágt seinastu árini, og tilgongdin hevur verið góð og gýtingarstovnurin er væl oman fyri øll markvirðini.

Tilmæli 2027, hýsaTilmæli 2027, hýsa

Upsi

ICES mælir til, at í mesta lagi 26.374 tons av upsa verða fiskað í føroyskum sjóøki í 2027. Tað er 10% hægri enn tilmælið fyri 2026.

Tilgongdin til upsastovnin hevur verið oman fyri miðal seinastu árini, og gýtingarstovnurin er oman fyri øll vandamørkini.

Tilmæli 2027, upsiTilmæli 2027, upsi


Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

U19-kvinnurnar livdu upp til favorittleiklutin

12 minuttir síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

26 minuttir síðan
Tíðindi

Krabbameins­felagið ætl­ar at flyta á Argir í 2028

42 minuttir síðan
Tíðindi

Góðtaka ikki avgerðina hjá Eyðdis Hartmann Niclasen

57 minuttir síðan
Tíðindi

Fuglafjørður: Alt býráðið samtykti fíggjarætlanina

1 tími síðan
Tíðindi

Norse Atlantic Airways biður um at verða lýst á húsagang

1 tími síðan
Tíðindi

Vegna veður eru jólahald flutt fram

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri skiljistøðir settar upp í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Veðrið darvar ferðsluni – tí er Sosialurin ikki í postkassanum

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmálaráðharrin vil broyta navnið Danmarks Fængsler

3 tímar síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger íløgur fyri 23,2 milliónir næsta ár

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Framsýningin á Tjóðsavninum

3 tímar síðan