Av tí at seinnapartsflogfarið úr Keypmannahavn ikki kom til Vágar fyrr enn tíðliga í morgun, so er útberingin av Sosialinum darvað. Og av tí sama, so bar ikki til hjá Posta at fáa bløðini við haldararnar í dag. Tað harmast Sosialinurin sera nógv um. Blaðið verður borið haldarum mánadagin, sigur Posta.
Men tey, sum kortini ynskja at lesa blaðið vera ikki við sviðusoð fyri tað. Tí allir haldarar kunnu lesa blaðið á netinum.
Við at logga á sosialurin.fo ber til hjá haldarum at lesa blaðið. Sosialurin hevur júst fingið eina nýggja skipan til blaðið á netinum. Haldara skulu logga á við teldupostadressuni. Hava tey ikki loggað á áður, so er at biða um nýtt loyniorð.
Um haldarar ikki fáa nýggju útgávuna at rigga, so ber enn til at logga á gomlu skipanina. Tað verður gjørt á https://sosialurin.e-pages.pub og síðani logga á við haldaranummarinum.
Tað ber eisini til at keypa dagsins útgávu av Sosialinum á netinum. Tað kostar 40 krónur, og við í keypinum fært tú atgongd til allar tær um 12.000 útgávurnar av Sosialinum, sum eru komnar út seinastu 100 árini. Tað kann gerast við at trýsta her.