Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti Vágs býráð fíggjarætlanina fyri 2027. Fíggjarætlanin leggur karmarnar um virksemið hjá kommununi komandi árið, bæði hvat viðvíkur dagliga rakstrinum, kommunalu tænastunum og íløgunum.
Í fíggjarætlanini fyri 2027 verður arbeitt víðari við at menna Vágs kommunu og skapa góðar karmar um gerandisdagin hjá borgarunum, vinnulívinum og felagsskapum.
Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs Kommunu verða mettar til 86.066 mió. kr. í 2027, meðan rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 84.977 mió. kr. Í fíggjarætlanini eru settar 23.207 mió. kr. av til íløgur. Samlaða rakstrar-, løgu- og útlánsúrslitið (RLÚ) verður mett til -22.118 mió. kr.
Høvuðstølini í fíggjarætlanini fyri 2027 eru:
Samlaðar inntøkur: 86.066 mió. kr.
Rakstrarútreiðslur: 84.977 mió. kr.
Íløgur: 23.207 mió. kr.
Skattaprosent: 20,85 %
Barnafrádráttur: 6.500 kr.
Skattaprosentið í Vágs kommunu verður í 2027 óbroytt og verður 20,85 prosent. Barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur og verður 6.500 kr. fyri hvørt barnið.
Í fíggjarætlanini fyri 2027 verða fleiri økir raðfest. Dentur verður millum annað lagdur á at varðveita og menna góðu kommunalu tænasturnar, ið hava týdning fyri gerandisdagin hjá borgarunum.
Millum raðfestu økini í rakstrinum eru:
Barna- og ungdómsøkið, mentanar-, ítróttar- og frítíðarøkið, tekniskaøkið og vinnuøkið.
Á barna- og ungdómsøkinum verður hægri normerning í barnagarðinum og Sóljuni og dagføringar gjørdar, eitt nú á húsið, har Sóljan heldur til. Teknisk útgerð skal keypast til FabLab.
Eisini verða bygningar málaðir og ístandsettir.
Peningur er avsettur til komandi Oyggjaleikirnar, Geopark-verkætlanina í oynn og til tiltøk og verkætlanir.
Í 2027 fer Vágs kommuna at halda fram við fleiri verkætlanum, umframt at farið verður undir nýggjar verkætlanir, ið skulu menna kommununa og hennara undirstøðukervi.
Millum størstu íløgurnar í 2027 eru:
Mentanardepli í Vágs skúla (8,5 mió. kr.)
Asfaltering av vegum (5 mió. kr.)
Dagføringar í Páls Høll (2 mió. kr.)
Ætlaði mentunardepulin í Vágs skúla skal nú gerast.
Páls Høll hevur tørv á dagføringum, umframt at útgerð skal keypast til at halda svimjikappingar. Vegir skulu asfalterast, umframt at brúgv skal gerast. Avsett til at liðugt projekterað heilsumiðstøðina, ið skal dagførast og útbýggjast. Vágs havn skal nútímansgerast, hvat viðvíkur pullartum og øðrum hentleikum.
Fíggjarætlanin fyri 2027 skal bæði tryggja góðar tænastur í gerandisdegnum og skapa grundarlag fyri framhaldandi menning av Vágs kommunu.
- Við teimum raðfestingum og íløgum, sum eru í fíggjarætlanini, verður arbeitt víðari við at gera Vág til eitt gott og attraktivt stað at búgva, arbeiða, reka vinnu og vitja, siga tey í Vágs kommunu, nú fíggjarætlanin fyri 2027 er samtykt.