Fíggjarætlanin fyri Fuglafjarðar kommunu fyri 2027 er einmælt samtykt. Hetta hendi á býráðsfundi í gjárkvøldið.
Tvey broytingaruppskot vóru til 2. viðgerð, sum eisini vórðu einmælt samtykt. Hitt fyrra varð frá lista Á um at hækka játtanina til gøtuna millum Fuglafjørð og Kambsdal við 300.000 krónum og seta 700.000 krónur av til dagføring av ljósunum við fótbóltsvøllin.
Seinna uppskotið var frá listunum, B og F um at hækka barnafrádráttin við 1.000 krónum, so hann komandi ár verður 10.000 krónur fyri hvørt barnið.
Skattaprosentið í Fuglafjarðar kommunu verður óbroytt, 21,25 prosent í 2027.
Víst verður á, at samlaðu inntøkurnar hjá kommunu eru mettar til 134 milliónir. meðan útreiðslurnar - íroknað rentur og avdráttir - eru mettar til 116,5 milliónir. Netto rakstraravlopið verður sostatt 17,5 milliónir krónur.
Íløgurnar í 2027 verða 29,4 milliónir, harav størru raðfestingarnar eru hesar:
Framhald av 1964 skúla-umbyggingini (8 mió)
Útstykkingar í Fuglafirði og Kambsdali (5,2 mió)
Vatnveiting 4,0 (mió)
Vegir 2,2 (mió)
Kirkjugarður 1,7 (mió)
Kloakkir 2,7 (mió)
Sandflogbóltsvøllur (1,8 mió)
Ljós við fótbóltsvøllin ( 0,7 mió).
Gøtan millum Kambsdal og Fuglafjørð (samanlagt 0,5 mió)
- Munurin millum rakstraravlop og íløgur er umleið 12 milliónir krónur, sum verður fíggjað við innistandandi og lántøku, verður sagt í Fuglafjarðar kommunu.