Í Klaksvíkar kommunu siga tey í dag, at vegna veður eru jólahald flutt fram.
Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 28. november klokkan 15.
Tað verða Gimmi Olsen, prestur og Karl H. Johansen, borgarstjóri, sum fara at siga nøkur orð.
- Klaksvíkar Hornorkestur fer at spæla hugnaligan jólatónleik, og eftir haldið verður ein góður kaffimunnur í Varpinum.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 28. november klokkan 17.
- Tað verður Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, sum fer at siga nøkur orð, og Klaksvíkar Hornorkestur fer at spæla.
Lagt verður aftrat, at boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdarhandlinum eftir haldið.