info
Ongi úrslit
Kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni halda, at landafrøðilig viðurskifti, ferðing, atkomuviðurskifti og responstíð eiga at verða tikin við í metingina hjá landsstýrinum

Góðtaka ikki avgerðina hjá Eyðdis Hartmann Niclasen

Kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni krevja, at málið verður tikið upp til nýggja viðgerð, og at møguleikin fyri einari heilsumiðstøð í Vági verður tikin í álvara

Vilmund Jacobsen
27. november 2026 kl. 17:15

Kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni góðtaka ikki avgerðina hjá Heilsu- og orkumálaráðnum um, at felags heilsumiðstøðin fyri alla Suðuroynna skal liggja á Tvøroyri, soleiðis sum landsstýriskvinnan í heilsu-og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, hevur gjørt av.

Vágs kommuna, Sumbiar kommuna, Porkeris kommuna og Hovs kommuna góðtaka ikki avgerðina, og hesar kommunur krevja nú, at málið verður tikið upp til nýggja viðgerð, og at møguleikin fyri eini heilsumiðstøð í Vági verður tikin í álvara.

Í einum felags og formligum mótmæli til Heilsu- og orkumálaráðið finnast tær fýra kommunurnar at avgerðini um staðsetingina. Kommunurnar halda ikki, at avgerðin í nóg stóran mun tekur atlit til endamálið við nýggju heilsulógini, sum millum annað skal tryggja borgarunum heilsutænastur í nærumhvørvinum.

Kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni sakna serliga eina greiða grundgeving fyri, hví uppskotið um at byggja víðari á verandi Heilsumiðstøð í Vági ikki varð valt.

Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið verður eisini lagt upp til, at verandi kommunulæknaviðtalur kring landið skulu varðveitast og mennast við fleiri heilsutænastum.

- Heilsumiðstøðin í Vági verður enntá nevnd beinleiðis í viðmerkingunum sum eitt dømi um eina verandi heilsumiðstøð, har ymiskar heilsutænastur longu verða veittar.

Kommunurnar í syðru helvt halda, at landafrøðilig viðurskifti, ferðing, atkomuviðurskifti og responstíð eiga at verða tikin við í metingina.

- Tað er ikki nóg mikið at vísa á fyrimunirnar við einum sterkari fakligum umhvørvi og betri samstarvi uttan samstundis at prógva, at borgarar í allari oynni fáa somu atgongd til heilsutænasturnar, siga tær.

Kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni heita tí á Heilsu- og orkumálaráðið um at taka avgerðina upp til nýggja viðgerð, viðgera uppskotið um eina heilsumiðstøð í Vági og leggja fram eina ítøkiliga meting av atkomuviðurskiftum og responstíð í bæði norðaru og syðru helvt av Suðuroynni.

Harumframt vilja kommunurnar í syðru helvt tær eina greiða frágreiðing um, hvussu kommunurnar eru tiknar við í tilgongdina, og hvørjar ítøkiligar grundgevingar liggja aftan fyri avgerðina um ikki at velja Vág.

Kommunurnar leggja dent á, at tær ikki eru ímóti at menna heilsutænasturnar í Suðuroynni ella at skapa eitt sterkari fakligt umhvørvi. Men, tær vilja ikki góðtaka, at ein slík menning fer fram upp á kostnað av atgongdini hjá borgarunum í syðru helvt.

Tær fýra kommunurnar halda tí fast við, at Heilsumiðstøðin í Vági skal verða ein partur av framtíðar heilsuskipanini í Suðuroynni.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fuglafjørður: Alt býráðið samtykti fíggjarætlanina

30 minuttir síðan
Tíðindi

Norse Atlantic Airways biður um at verða lýst á húsagang

52 minuttir síðan
Tíðindi

Vegna veður eru jólahald flutt fram

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri skiljistøðir settar upp í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Veðrið darvar ferðsluni – tí er Sosialurin ikki í postkassanum

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmálaráðharrin vil broyta navnið Danmarks Fængsler

2 tímar síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger íløgur fyri 23,2 milliónir næsta ár

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Framsýningin á Tjóðsavninum

2 tímar síðan
Tíðindi

Tyrlumanningin var samd um at bróta reglurnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Avlýsa konsertir hjá Joe & The Shitboys í Danmark

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Leinkja til stroyming: Føroyar U19 - Andorra U19

4 tímar síðan
Tíðindi

SEV vil hækka el­prís­in 18 oyru hjá hús­ar­haldum

4 tímar síðan