info
Ongi úrslit
© Staff/Reuters
Norska rakstrarfelagið hjá Norse Atlantic hevur latið inn húsagangsáheitan

Norse Atlantic Airways biður um at verða lýst á húsagang

Norska rakstrarfelagið hjá Norse Atlantic hevur latið inn húsagangsáheitan. Fyrr í dag vórðu leiguavtalurnar fyri øll 12 flogførini hjá felagnum sagdar upp.

Eirikur Lindenskov
27. november 2026 kl. 16:32

Nevndin í Norse Atlantic Airways AS hevur gjørt av at lata inn eina húsagangsáheitan, eftir at royndirnar at finna nýggja fígging miseydnaðust. Tað boðar felagið frá í dag.

Norse Atlantic hevði longu hósdagin boðað frá, at felagið fór at biðja um at verða lýst á húsagang, um nýggj fígging ikki fekst skjótt. Eivin Roald, stjóri, sigur í fráboðanini, at felagið harmast um avleiðingarnar fyri ferðafólk, starvsfólk og samstarvsfelagar.

Húsagangsáheitanin fevnir um norska rakstrarfelagið Norse Atlantic Airways AS. Móðurfelagið Norse Atlantic ASA, sum er skrásett á børsinum í Oslo, og bretska dótturfelagið Norse Atlantic UK Ltd. eru ikki fevnd av áheitanini.

Starvsfólkini hava ikki fingið løn fyri november

Í sambandi við húsagangsáheitanina kom fram, at starvsfólkini ikki hava fingið løn fyri november. Sambært norsku tíðindastovuni NTB hevur felagið umleið 300 starvsfólk í Noregi. Tey vórðu boðað til kreppufund klokkan 14, har tey fingu boð um avgerðina.

Fyrr fríggjadagin vórðu leiguavtalurnar fyri øll 12 Boeing 787-flogførini hjá felagnum sagdar upp. Flogførini vórðu brúkt á langrutum úr eitt nú London Gatwick, Róm, Oslo og Stokkhólmi til millum annað Teilands og USA.

Norski flogvinnuserfrøðingurin Hans Jørgen Elnæs segði við vinnumiðilin E24, at uppsøgnin av leiguavtalunum í roynd og veru merkti, at tað var liðugt hjá felagnum.

Lágprísflogfelagið Norse Atlantic varð stovnað í 2021.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fuglafjørður: Alt býráðið samtykti fíggjarætlanina

0 minuttir síðan
Tíðindi

Vegna veður eru jólahald flutt fram

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri skiljistøðir settar upp í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Veðrið darvar ferðsluni – tí er Sosialurin ikki í postkassanum

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmálaráðharrin vil broyta navnið Danmarks Fængsler

2 tímar síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger íløgur fyri 23,2 milliónir næsta ár

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Framsýningin á Tjóðsavninum

2 tímar síðan
Tíðindi

Tyrlumanningin var samd um at bróta reglurnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Avlýsa konsertir hjá Joe & The Shitboys í Danmark

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Leinkja til stroyming: Føroyar U19 - Andorra U19

3 tímar síðan
Tíðindi

SEV vil hækka el­prís­in 18 oyru hjá hús­ar­haldum

3 tímar síðan
Tíðindi

38 fráboðanir um brek á norskum alibrúkum

4 tímar síðan