Krabbameinsfelagið hevur keypt hús í Støðlagøtu 5 á Argjum og ætlar at umbyggja tey til ráðgeving, stuðul og samveru. Í einari fráboðan í dag greiðir felagið nærri frá, hvussu húsini skulu innrættast, og sigur, at tað framvegis søkir grunnar og myndugleikar um fígging.
Sum in.fo skrivaði 19. oktober, hevur Krabbameinsfelagið fyri fyrstu ferð søkt um stuðul á fíggjarlógini. Tá varð samlaða verkætlanin mett at kosta 13,5 milliónir krónur. Av teimum vóru 4,7 milliónir til húsakeypið, 8,7 milliónir til umbyggingina og 100.000 krónur til umsiting. Felagið hevði goldið eina millión krónur av egnum peningi, og Betri hevði játtað 2,5 milliónir krónur í stuðli í 2026.
Soleiðis síggja húsini í út í dag
Rúm til trúnaðarsamrøður og samveru
Virksemið hjá felagnum rúmast ikki longur í leigaðu hølunum á Grønlandsvegi. Felagið hevur áður víst á, at verandi hølisviðurskifti gera tað trupult at hava trúnaðarsamrøður, tí óviðkomandi kunnu hoyra tað, sum verður sagt.
Í húsunum á Argjum verða serstøk rúm til ráðgeving og felags høli, har fólk kunnu hittast og deila royndir. Tilboðini eru ætlað børnum og vaksnum, sum hava ella hava havt krabbamein, avvarðandi og fólki, sum hava mist.
Húsini skulu hava lyftu, og dentur verður lagdur á góð ljós- og ljóðviðurskifti. Vindeygu og klædningur skulu skiftast, og ein urtagarður skal gerast. Felagið hevur fingið íblástur frá bretsku Maggie’s-miðstøðunum og donsku Livsrum-húsunum hjá Kræftens Bekæmpelse.
Húsini liggja nær við Landssjúkrahúsið. Felagið vísir á, at tað ger tað lættari hjá sjúklingum og avvarðandi at koma á gátt, tá tey hava ørindi á sjúkrahúsinum.

