info
Ongi úrslit

Brúkaraprístalið er vaksið 4,4 prosent

Eftir at inflasjónin í eitt áratíggju hevur verið heilt lág og eisini negativ, hækkar inflasjónin nú aftur. Brúkaraprístalið, sum er eitt mát fyri inflasjónina, er vaksið við 4,4% frá fyrsta ársfjórðingi 2021 til fyrsta ársfjórðingin 2022.

Eirikur Lindenskov
9. mai 2022 kl. 08:52

Myndin niðanfyri vísir at brúkaraprístalið, ið er eitt mát fyri inflasjónina, er vaksið við 4,4% frá fyrsta ársfjórðingi 2021 til fyrsta ársfjórðingin 2022.

Tað skrivar Landsbanki Føroya í morgun.

Eisini sæst í myndini, at inflasjónin hevur verið hækkandi tað seinasta árið. Tað er ikki einans í Føroyum at inflasjónin nú aftur ger um seg, men í øllum heiminum. Serliga eru prísirnir á orku (olju og gass) hækkaðir nógv, men eisini matvørur, klæðir og samskifti er vorðið dýrari.

Hækkandi prísir (inflasjón) merkir, at borgarin fær minni fyri sína løn, sum aftur ger at vinnan kann koma at merkja ein lækkandi eftirspurning eftir vørum og tænastum. Hetta kann viðvirka til at tálma búskapin, men føroyski búskapurin var frammanundan væl fyri, og flestu føroysku húsarhaldini hava eitt gott fíggjarligt mótstøðuføri til at møta hesum stoyti. Givið er, at økta prísstøðið rakar øll, men harðast hjá teimum húsarhaldum, ið hava lágar inntøkur.

Myndin er ikki tøk

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið 2021 her.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

WorldSkills í Shanghai - eitt stig á leiðini

3 minuttir síðan
Hondbóltur

Hannover-Burgdorf er nú fjórðfremst í Bundesliguni

4 minuttir síðan
Tíðindi

Javnleikur móti Kosovo

38 minuttir síðan
Hondbóltur

HM fyri felagslið: Füchse Berlin tapti fyri Veszprem

44 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: H71-Kyndil 34-28 (16-16)

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann grannauppgerðina - EB vann á StÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar brenna olju – vinnan vil framleiða sjálv

1 tími síðan
Tíðindi

Ovara endaspælið: KÍ hevur nú tríggjar FM-matchbóltar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Sigrar til Vendsyssel og HØJ

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir nær­indis amerik­ansk­ari her­støð í Bretlandi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit skulu ikki elta Evropa út av eggini

3 tímar síðan
Fótbóltur

Uttan Geza tapti Grimsby Town fyrsta dystin í kappingini

4 tímar síðan