Í sínari røðu á ST-aðalfundinum í New York kom iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, við hørðum atfinningum móti USA.
Av røðarapallinum vísti hann myndir av iranskum børnum, sum hann segði vórðu dripin í amerikanskum álopum á Iran.
Sum mótmæli ímóti røðuni hjá iranska fosetanum fór umboðið hjá USA er salinum, vita útlendskir miðlar at siga í dag.
Iranski forsetin endurtók eisini, at landið brúkar sína hermegi "defensivt", sum hann tók til.
Masoud Pezeshkian endurtók eisini, at Iran fer ikki at menna kjarnorkuvápn, men bert kjarnorku sum orkukeldu.