info
Ongi úrslit

USA hevur boðið Putin til G20-fund í Miami

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, vónar, at russiski forsetin tekur av innbjóðingini. Russland hevur enn ikki boðað frá, um hann fer at luttaka.

Eirikur Lindenskov
23. september 2026 kl. 17:29

USA hevur boðið russiska forsetanum, Vladimir Putin, til G20-fundin í Miami í desember. Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, mikudagin sambært AFP.

– Skulu trupulleikar loysast, mugu vit hitta fólk, sum vit eru ósamd við, ella sum vit hava trupulleikar við. Tí hava vit boðið Putin forseta til G20, segði Rubio.

Sambært Rubio er fundurin eitt høvi hjá Putin at tosa við Donald Trump, forseta, og aðrar heimsleiðarar. Hann segði seg vóna, at Putin tekur av innbjóðingini.

Rubio hitti mikudagin russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, í New York, har aðalfundur Sameindu tjóða er. Eftir fundin segði Rubio, at bæði Russland og Ukraina hava víst áhuga fyri eini avmarkaðari vápnahvíld, sum fevnir um korn og orku.

Óvist er, um Putin kemur til Miami. Russland hevur enn ikki boðað frá, um hann fer at luttaka. Hann hevur ikki verið persónliga við á einum G20-fundi síðani fundin í Japan í 2019.

Altjóða revsirættardómstólurin, ICC, gav í 2023 út handtøkuboð eftir Putin. Lond, sum eru partar av stovnandi sáttmálanum hjá dómstólinum, hava skyldu at handtaka hann, um hann kemur til teirra land. USA er ikki partur av sáttmálanum. ICC hevur staðfest handtøkuboðini, og USA hevur sjálvt staðfest, at landið ikki er partur av sáttmálanum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur fyrr í hesum mánaðinum sagt, at hann vil luttaka á G20-fundinum og tosa við Putin, um russiski forsetin eisini kemur. Teir báðir hava ikki hitst andlit til andlits, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022.

G20 er eitt samstarv millum 19 lond, ES og Afrikanska samveldið um altjóða búskapar- og fíggjarmál.

Ritzau/AFP

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Mattias Hellisdal er klárur til stóra møguleikan

43 minuttir síðan
Tíðindi

Iran vísti myndir av dripnum børnum í ST

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Hernaðarvenjing í Vestmanna

1 tími síðan
Tíðindi

Hetland setur undir­sjóvar­tunnil til Yell fremst

2 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendskar fyrstuhjálparsamskiparar

2 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um kostnaðin av nýggjari Steno Miðstøð

2 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Rubek slóðaði fyri

3 tímar síðan
Tíðindi

Útróðrarbátar fáa fýra dagar afturat á Føroyabanka

3 tímar síðan
Tíðindi

Russisk hernaðartyrla í pólskum loftrúmi

3 tímar síðan
Tíðindi

Kom tætt at føroysku granskingini á Vísindavøku

5 tímar síðan
Tíðindi

Turkurin sæst úr rúmdini

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið

6 tímar síðan