Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvinum, har samskiparar í fyrstuhjálp hava hitst seinastu fimm árini. Í ár varð bjóðað til fundar í Føroyum.
Reyði Krossur Føroya skrivar, at sviar, normenn, danir, føroyingar hittust, og fyri fyrstu fer vóru eisini umboð úr Grønlandi.
Á skránni er sjálvsagt, at øll londini eiga eina løtu at leggja fram hvørji tiltøk hava verið farna árið og hvørji átøk, ið eru fyri framman. Í hesum liggur millum annað møguleikin, at vit læra av hvørjum øðrum, taka hugskot til okkum og tillaga ymsu tiltøkini/hugskotini til egin viðurskifti.
Tó at felags ynski í Reyða Krossi er, at øll eiga at duga fyrstuhjálp, er ymiskt, hvussu arbeiðið er skipað, hvørji skeið verða boðin út og hvar fokusøkini og avbjóðingarnar eru.
Í ár luttóku tvey umboð fyri IFRC, ið til dagligt starvast á Global First Aid Reference Centre, og nýttu tær høvið at fáa innlit í hvørji ynski og hvørjar væntanir norðurlendsku umboðini hava. Eisini kunnaðu tær um arbeiðið við First Aid vision 2030 og nýggja app, ið er undir menning.
Eisini var video-fundur við samskipara til stóru ráðstevnuna um tilbúgving, ið verður í Føroyum í oktober: ”Cold Seas, Critical Gaps”. Kunnað var um ráðstevnuna, og tann leiklutin, ið Reyði Krossur hevur har.
Ásett er, at vit hittast aftur í Noregi, á heysti 2027.
Tað hevur sera stórt virði fyri Reyða Kross Føroyar at vera partur av hesum arbeiðsbólkinum, og hava møguleikan at samstarva og sparra við serfrøðingar úr øðrum londum, og soleiðis vera við til at tryggja, at felagsskapurin altíð er dagførdur við nýggjastu vitanini innan lívbjargandi og sálarliga fyrstuhjálp.