Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Framsókn, hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, seks skrivligar fyrispurningar um ætlanina at byggja eina Steno Miðstøð í Føroyum.
Hon spyr fyrst, um landið hevur bundið seg til at byggja miðstøðina, sama hvør kostnaðurin verður. Verður hon dýrari enn upprunaliga mett, vil Beinta Løwe vita, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri aðrar íløgur í heilsuverkinum, og hvør skal rinda meirútreiðslurnar.
Løgtingskvinnan spyr eisini, um tað kann fáa avleiðingar fyri eina møguliga endurgjaldsskyldu ella aðrar avtalur við Novo Nordisk, um landsstýrið ella Løgtingið sigur nei til byggingina.
Harumframt vil hon hava upplýst, um avtala er gjørd um, hvør hevur ábyrgdina av lívfrøðiliga burturkastinum í sambandi við byggiarbeiðið. At enda spyr hon, um Steno Miðstøðin kundi verið staðsett á Suðuroyar Sjúkrahúsi ella Klaksvíkar Sjúkrahúsi, um tað vísti seg at vera ein bíligari loysn.