info
Ongi úrslit

Hetland setur undir­sjóvar­tunnil til Yell fremst

Hetlandska oyggjaráðið hevur samtykt eina ætlan fyri framtíðar samferðsluna millum oyggjarnar. Fyrsti undirsjóvartunnilin, arbeitt verður víðari við, skal binda høvuðsoynna og Yell saman.

Eirikur Lindenskov
23. september 2026 kl. 16:28

Hetland hevur tikið enn eitt stig á leiðini móti undirsjóvartunlum. Oyggjaráðið hevur samtykt eina langtíðarætlan, har tunnilin um Yell Sound verður raðfestur fyrst. Síðani kann verða arbeitt víðari við einum tunli millum Yell og Unst.

Skotska stjórnin hevur staðfest, at 23 milliónir pund verða tøk til fyrireikingararbeiði komandi trý ár. Pengarnir skulu millum annað brúkast til at menna verkætlanina, áðrenn støða kann takast til sjálva byggingina.

Enn er eingin avgerð tikin um at byggja tunnilin. Sambært ShetNews verður kostnaðurin fyri tunnilin til Yell mettur til umleið 525 milliónir pund, sum svarar til umleið 4,6 milliardir krónur, og oyggjaráðið ásannar, at byggingin verður treytað av stórari uttanhýsis fígging. Ráðgevar meta, at tunnilin møguliga kann standa liðugur í 2034, um fíggingin fæst til vega.

Føroyskur tunnilskunnleiki er við í arbeiðinum. Ráðgevarafyritøkurnar Stantec og COWI hava verið við til at kanna møguleikarnar fyri føstum sambandi í Hetlandi. Í umrøðuni av ætlanunum vísir ShetNews eisini á Eysturoyartunnilin sum føroyskt dømi um undirsjóvartunnil millum oyggjar.

Keldur: Hetlandska oyggjaráðið og ShetNews.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendskar fyrstuhjálparsamskiparar

1 tími síðan
Tíðindi

Spyr um kostnaðin av nýggjari Steno Miðstøð

1 tími síðan
Tíðindi

Talv: Rubek slóðaði fyri

1 tími síðan
Tíðindi

Útróðrarbátar fáa fýra dagar afturat á Føroyabanka

1 tími síðan
Tíðindi

Russisk hernaðartyrla í pólskum loftrúmi

2 tímar síðan
Tíðindi

Kom tætt at føroysku granskingini á Vísindavøku

4 tímar síðan
Tíðindi

Turkurin sæst úr rúmdini

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið

5 tímar síðan
Tíðindi

Uppreistrarfólk tikið ræðið á flogvølli í Etiopia

5 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarvenjingin Lion Protector í Vestmannasundi

5 tímar síðan
Tíðindi

Póllendingar stjólu 200 neyt í Týsklandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Rubio skal hitta Lavrov í New York

6 tímar síðan