Norðurlond fáa ikki fult gagn av førleikum og arbeiðsmegi, so leingi stórur kynsmunur er innan fleiri vinnugreinar.
Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í eini nýggjari greining frá Norðurlendska ráðharraráðnum um sambandið millum javnstøðu og kappingarførið í Norðurlondum.
Greiningin vísir, at ójavnt kynsbýti kann gera, at førleikar og tilfeingi í búskapinum ikki verða gagnnýtt nóg væl. Tað kann hava avleiðingar fyri bæði framleidni, nýskapan og arbeiðsmarknaðin – júst nú, tá Norðurlond mangla arbeiðsmegi og samstundis skulu umstilla seg til eitt meira talgilt og grønt vinnulív.
– Javnstøða er ein grundleggjandi fortreyt fyri kappingarførum Norðurlondum. Fáa fólk ikki somu møguleikar at vera við, fáa vit heldur ikki fult gagn av førleikunum og tilfeinginum í samfelagnum, sigur Karen Ellemann, aðalskrivari í Norðurlendska ráðharraráðnum.
Kvinnur eru framvegis fáar innan tøkni og vitlíki
Serliga innan tøkni og vitlíki er kynsbýtið ójavnt.
Greiningin vísir á, at kvinnur framvegis eru undirumboðaðar á hesum økjum. Samstundis kann vitlíki, sum verður vant við gomlum dátum, har kynsmunir longu eru til staðar, endurskapa somu mynstur í eitt nú setanum, býti av tilfeingi og nýskapan.
Greiningin vísir eisini á grøna orkuskiftið. Har er tørvur á breiðum førleikum og ymiskum sjónarmiðum, og gransking, sum verður tikin fram, bendir á, at fyritøkur og felagsskapir við javnari kynsbýti í leiðsluni oftari taka langtíðar- og burðardygdaratlit við í strategiskar avgerðir.
Menninir mangla í umsorganarstørvunum
Greiningin leggur eisini dent á, at vælferðartænastur sum barnaansing, eldrarøkt og barsilsskipan eru ein partur av sjálvum búskaparliga undirstøðukervinum.
Hvussu umsorganaruppgávur verða býttar, hevur týdning fyri, hvussu nógv fólk kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum. Samstundis fer eldingin av fólkinum at økja tørvin á starvsfólki innan heilsu, røkt og sosiala økið.
Tí verður eisini neyðugt at fáa fleiri menn inn í vinnur, sum í dag í stóran mun eru mannaðar av kvinnum, sigur greiningin.
Norðurlendska ráðharraráðið leggur 1. oktober fram eina størri greining av samlaða kappingarførinum hjá Norðurlondum og hvussu norðurlond standa seg í mun til restina av Evropa og heimin.