Tað vísir ein nýggj kanning, sum granskarar við Københavns Universitet standa á odda fyri.
Granskararnir hava kannað 27 ymisk vitlíki á 155 ymiskum evnum – frá kjarnorkuvápnum til K-pop.
Niðurstøðan er, at sjálvt tað vitlíkið, sum gevur mest fjølbroytt svar, gevur í minsta lagi 18,7 prosent minni fjølbroytta kunning enn ein vanlig Google-leiting.
Sambært granskarunum kemst hetta av, at vitlíki savna og kóka stórar mongdir av teksti niður í eitt endaligt svar. Tí verða færri keldur og færri ymisk sjónarmið sjónlig fyri brúkaranum.
Isabelle Augenstein, professari á Datalogisk Institut á Københavns Universitet og ein av granskarunum handan kanningina, ávarar um, at hetta í longdini kann enda í einum sokallaðum „vitankollapsi“.
Tað merkir, at vitlíki í størri mun fara at læra av egnum svarum, sum longu eru minni fjølbroytt enn upprunaligir menniskjaskrivaðir tekstir.
– Vit kunnu enda í eini støðu, har fólk verða útsett fyri færri ymiskum sjónarmiðum og einum smalari úrvali av vitan, sigur Isabelle Augenstein.
Hon vísir eisini á, at ein vanlig Google-leiting sjálv vísir brúkaranum fleiri ymiskar keldur – eisini smærri og minni kendar síður – meðan eitt vitlíki vanliga bara gevur sjálvt svarið.
Keldur kunnu fáast fram í einum vitlíki, men tað krevur, at brúkarin sjálvur biður um tær.
Granskarin mælir tó ikki frá at brúka vitlíki til at fáa eitt skjótt yvirlit yvir eitt evni.
Men skal brúkarin skilja eitt evni í dýpdini, mælir hon til at fara víðari og lesa sjálvar keldurnar.
Kanningin er gjørd av granskarum frá Københavns Universitet, Aalborg Universitet, Stanford University, University of Colorado Boulder og University of Texas at Austin.