Arbeiðið verður tó ikki boðið út í almennum útboði, men í innbodnari lisitatión.
Málið varð viðgjørt fyri afturlatnum hurðum á kommunustýrisfundinum 24. september. Fimm limir tóku undir við afturlatnu viðgerðini.
Noomi K. Rasmussen atkvøddi ímóti og grundgav tað við, at hon heldur, at høllin eigur at bjóðast út í almennum útboði.
Eftir viðgerðina varð samtykt at góðkenna byggiskránna og fara undir innbodna lisitatión sambært tilmælinum frá bygginevndini.