Ein bilførari varð máldur til 82 kilometrar um tíman og fekk treytaða frádøming av koyrikortinum.
Ein annar varð máldur til 102 kilometrar um tíman. Ferðin varð eftir frádrátt fyri mátiøving rundað niður til 98 kilometrar um tíman.
Tað var akkurát undir markinum fyri treytaleysa frádøming, upplýsir løgreglan.
Tilsamans vóru sostatt tvær treytaðar frádømingar á vegastrekkinum frá millum Horna í Havn og út ímóti Norðastahorni. Hetta er vegastrekki, har ferðin er niðursett frá 80 km um tíman til 60 km um tíman.
Tað er soleiðis, at tá ferðin er niðursett sum í hesum føri til 60 km í mun til 80 km um tíman, so eru treytirnar harðari. Tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum. Koyrir tú 40 km um tíman ov skjótt, so missir tú koyrikoyrtið treytaleyst.
Ein bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið í sambandi við, at barn ikki sat í trygdarbelti.