info
Ongi úrslit
Myndina eigur norska løgreglan

Bátsvanlukka: Tað vóru fýra menn sum lótu lív

Nógv er ikki at frætta úr Noregi um tey fýra ferðafólkini úr Kekkia, sum seinasta fríggjadag leigaðu sær ein bát til frítíðarfisking, men sum ikki komu afturíaftur

Vilmund Jacobsen
24. september 2026 kl. 14:41

Sambært norska kringvarpinum - NRK - varð í gjár leitað við dronum, men sum dagurin leið, noyddist norska løgreglan at ásanna, at leitingin hevði verið úrslitaleys.

Sama kvøld, sum tey fýra vórðu saknað, varð báturin, sum ferðafólkini høvdu leigað, funnin holvdur, eins og líkið av einum av teimum fýra eisini varð funnið.

Síðan tá hevur leitingin ikki givið úrslit og tey trý, sum eftir øllum at døma eisini eru sjólátin, eru ikki funnin aftur.

Í norskum miðlum í dag, skilst, at øll tey fýra, sum vóru saman á hesi feigdarferð, vóru menn, og onkur miðil hevur skrivað, at hetta vóru tilkomnir menn.

Øll í leigaða bátinum vóru partur av einum ferðalagi úr Kekki - átta fólk tilsamans, men higartil er einki komið fram um, hvørt hetta vóru pør ella einstaklingar.

Greitt er, at hetta er ein syrgilig vanlukka.

Høvuðsbjargingarstøðin í Noregi hevur gjørt útrokningar, sum siga, hvussu sjóvarfallið var, tá vanlukkan hendi, og hvar líkini møguliga kunnu vera rikin.

Tí hevur verið leitað fram við landi á leiðum, har hugsandi kundi verið, at líkini vóru rikin á land, men higartil hevur leitingin verið úrslitaleys.

Norskir miðlar skriva, at tað er ógreitt, um menninir í bátinum høvdu bjargingarvestar.

Í gjár byrjaði løgreglan teknisku kanningarnar av bátinum. Sagt hevur verið, at báturin var heilur, tá hann varð funnin, men fór í tvey, tá roynt varð at taka hann upp.

Norska kringvarpið hevur í fleiri dagar roynt at fingið orð á felagið, ið leigaði bátin út til frítíðarfisking, sum teir fýra menninir úr Kekkia vóru í lagnudagin.

Men, felagið hevur ikki svarað fyrispurningum um, hvørja upplæring tey fáa sum leiga bátar - ei heldur, hvørja trygdarútgerð fólkini høvdu, sum leigaðu bátin henda dagin.

Í einum sms-boðum til NRK hevur felagið sagt, at orsakað av kanningararbeiðnum, sum nú er í gongd, kunnu tey ikki koma við nøkrum uppýsingum til miðilin.

NRK veit at siga, at bara í ár eru sjey ferðafólk, sum hava leigað bátar til slíkar fiskitúrar í Noregi, sjólátin

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Brúkaraprístalið er hækkað 2,5 prosent

9 minuttir síðan
Tíðindi

Framføra tónleikaverk til svimjihøllina

54 minuttir síðan
Tíðindi

FE: Russland fer at herða álopini á Vesturheimin

1 tími síðan
Tíðindi

Kreml hevur ikki tikið støðu til innbjóðing úr USA

2 tímar síðan
Tíðindi

Løkke: USA skal sjálvt gjalda fyri herstøðir í Grønlandi

2 tímar síðan
Myndasøvn

Tingfundur 24.09.26

2 tímar síðan
Tíðindi

Barba aftur til HM – lyftir fríggjamorgunin

2 tímar síðan
Tíðindi

Níggju herfólk lótu lív undir venjing í Kasakstan

3 tímar síðan
Tíðindi

Bjarni spyr løgmann um Merkið á donskum herbúnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

3 tímar síðan
Tíðindi

Yvir 750 danskir fjepparar við ferju til Oslo

4 tímar síðan
Tíðindi

ILA staðfest hjá Salmar í Årnes

4 tímar síðan