Reuters veit í morgun at siga, at trý fólk er dripin og tvey eru løstað í einum ukrainskum dronuálopi í Russlandi.
Sambært russiskum myndugleikum rakti álopið í russisku Krasnodar-regiónini har suðuri í landinum.
Sagt verður, at álopið rakti eitt ídnaðarøki, og at eldur kom í. Lokalir myndugleikar siga, at eldurin nú er sløktur.
Reuters leggur aftrat, at ukrainskir myndugleikar hava ikki váttað dronuálopið í Krasnodar-regiónini í Russlandi í nátt.