info
Ongi úrslit

Jóhan Hendrik Winther Poulsen farin

Týsdagin bórust deyðs­boð­­ini av Jóhan Hendriki Wint­h­­er Poulsen, pro­fess­ar­ara, vanliga nevndur »Orða­bók­in«.

Nøvn í Sosialinum
20. desember 2022 kl. 14:50

Jóhan Hendrik er uttan iva tann, ið hevur sett størst­an dám á føroyska málrøkt og orða­gerð seinastu hálvu øld­ina. Og tey munnu vera fá, sum hugsa um, at tey, at tey dagliga nýta orð, ið Jó­han Hend­rik hevur evnað til – t. d. telda, hug­burður, far­tele­fon, fartelda, far­støð, kring­varp, tekstvarp, upp­vørpa, graslíki, flogbóltur, pall­­borð, gosbað, evra, tal­gild­­ur, burðardyggur, váða­fúsur o.s.fr.
Umframt tað hevur Jóh­an Hend­rik endurlívgað nógv orð og givið teimum nýggja merk­ing – t. d. kurla, fløga, bingja, skíggi, gegn­ig­ur o.s.fr.
Jóhan Hendrik hevur al­tíð verið ein íðin talsmaður fyri virkn­ari málrøkt og fyri, at orð­feing­ið skal menn­­ast við vís­i­nd­­­aligari hjálp. Hetta sæst eitt nú aft­ur í tí ør­grynnu av orðum, ið hann hevur evnað til, bæði al­manna­orðum og frøði­orð­um.
Jóhan Hendrik Winther Poul­sen er føddur í Sumba 20. juni 1934.
Hann er sonur Niels Winth­er Poulsen úr Skopun og Krist­i­onnu, f. Mikkelsen av Tvør­oyri.

Myndin er ikki tøk

Jóhan Hendrik vaks upp í Skop­un hjá foreldrunum sam­an við yngru brøðr­u­num, sum eisini eru kendir menn í Føroyum, Mortan Winth­er Poulsen og Halgir Winth­er Poulsen. 
Jóhan Hendrik giftist við Birnu Sjúrðardóttur Pat­­urs­­son úr Kirkjubø í 1964 í Havn­ar Kirkju. Tey eiga børn­ini Hjørt, Hjørdis, Teit og Ing­i­bjørg. So kunnu vit leggja afturat her, at aft­ur­valda tingkvinnan hjá Tjóð­veldi, Hervør Pálsdóttir, er abba­dótt­ir hansara, dóttir Hjørd­is.
Jóhan Hendrik Winth­er Poul­­sen er víða gitin sum professari í norð­ur­lendsk­um og serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Før­­oya. Hann var við til at savna tilfar til føroysku orða­­bók­ina, millum annað við at hava sendingina Orða­bók­ina, har fólk kundu skriva inn orð, ið tey nýttu, til før­oysku orðabókina, og er tí ofta róptur Orðabókin.
Og sum Jonhard Mikk­el­sen frá Sprotanum segði á heið­urs­sam­komu í Lær­ar­a­skúl­a­høll­ini á á 75 ára degi Jóh­an Hendriks, at »eingin í Før­oyum fer nakrantíð aft­ur at verða kallaður 'Orða­bók­in'«
Jóhan Hendrik og Birna búðu í Kirkjubø, har børn teirra eru vaksin upp. Tey búðu har síðani 1969. Birna and­aðist 87 ára gomul í 2020.
Jóhan Hendrik var kend­ur fyri at súkkla. Hann súkkl­aði vanliga úr Kirkju­bø til arbeiðis, og sást mangan í Svimjihøllini í Havn eisini við súkkluni.
Hann hevur eisini verið fleiri túrar uttanlands á súkklu, eitt nú í Íslandi  og gjøgn­­um Ongland, Týsk­land, Frakland og Danmark sam­an við soninum Teiti. Og so var hann ein teirra fáu, sum á hansara ungu døg­um svam á sjónum, sum nú er so vanligt. 
Barnaárini gekk Jóhan Hend­rik í skúla í Skopun. Seinni - í 1948 - fór hann til Havn­ar í skúla, og fekk stud­ents­prógv í 1952. Síðani fór hann á lærda háskúlan í Keyp­manna­havn, har hann las lat­ín og enskt, og fór síðan í staðin at lesa norr­øna málfrøði. Hann tók mag.art. prógv í 1966. Hann las á lærda háskúlanum í Reykja­vík í 1960-62, og eftir ta próv­tøk­una arbeiddi hann í Keyp­mann­a­havn á Árna­savn­i­num við tí norr­ønu orða­bók­ini. Í 1967-68 fluttu hann og Birna til Illi­n­ois í USA við børnunum, Hjørd­is og Teiti, at arbeiða sum lær­ari í fornnorrønum og norð­ur­lendskum mál­um á lærdum há­skúla í Illinois. Frá 1968 ar­beiddi hann leysløntur á Før­oy­amáls­deild­ini, til hann í 1972 varð settur í starv sum deildarstjóri á Føroya­máls­deild­ini og seinni bleiv lekt­ari. Tað var í 1986, at Jóhan Hendrik varð til­nevnd­ur pro­fess­ari í norðurlendskum, ser­liga før­oysk­um máli á Fróðskaparsetri Føroyra, av Atla Dam, løg­manni. 1. september 1997 loysti hann seg við um­sókn úr starvi við eft­ir­løn.
Í 1969 fór Jóhan Hendrik und­ir eina útvarpssending, nevnd Orðabókin. Tað var fyri at samla inn orð, ið lít­ið var vitað um. Henda út­varps­send­ing var væl umtókt, og nógv sendu inn orð við post­i­num. Tað mesta av hes­um tilfari kom við í før­oyska orðabók, ið hann var að­al­stjóri á. Hon kom út 24. juli í 1998. Eisini hjálpti hann Christ­iani Matras við út­gávuni av føroyskari-dansk­ari orðabók, ið kom út í 1961 í 2. útgávu.
Bókin Mál í mæti er eitt grein­a­savn eftir sjálvan Jó­han Hendrik. Hon varð giv­in út í sambandi við 70 ára føð­i­ng­ar­dag hansara, 20. juni 2004. So­leiðis varð sagt um heit­ið á bókini: “Mál í mæti er valt sum heiti á hesi bók við tí í huga, at Jóhan Hendr­ik nýtir og viðger móð­ur­málið við virðing og sóma – bæði í talu og skrift – hann gongur á odda og stimbrar onnur at fjálga um tað, tí hjartamál hans­ara er av sonnum málið.” 
Rit­stjórar á bókini vóru An­finnur Johansen og Hans Joen­sen.
Bókin »Orðabókin« er ein bók við brot­um úr út­varps­send­i­ng­ini, ið eisini var nevnd Orða­bókin. Hon kom út 20. juni 2009 í samband við 75 ára føðingardag hans­ara.
Jóhan Hendrik Winther Poul­sen búði á Tjarnargarði, nú hann andaðist 88 ára gam­al.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

53 minuttir síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

53 minuttir síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

1 tími síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan
Tíðindi

Springs 2.0 á pall í kvøld eftir steðg í 36 ár

5 tímar síðan