info
Ongi úrslit

Kanadiskur-norðurlendskur uttanríkisráðharrafundur

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tók í gjár lut á uttanríkisráðharrafundi í Iqaluit millum Kanada og Norðurlond.

Eirikur Lindenskov
30. september 2024 kl. 10:47

Uttanríkisráðharrarnir úr Kanada, Noregi, Svøríki, Føroyum og Danmark, umframt umboð fyri íslendsku, finsku og grønlendsku uttanríkisráðini, vóru til staðar.
Á fundinum var semja um, at Norðurlond og Kanada eiga at samstarva meira strategiskt til tess at varðveita trygd og støðufesti á norðurleiðunum, m.a. tá ið talan er um týðandi undirstøðukervi, talgilding og nettrygd. Dentur var eisini lagdur á týdningin at skunda undir grøna orkuskiftið, bæði í mun til veðurlagspolitikk, fyri at skapa búskaparmøguleikar, og fyri at menna størri sjálvbjargni, tá ið umræður veitingartrygd.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vísti á, at Føroyar, við støði í tjóðartrygdarpolitikkinum, sum Løgtingið samtykti í vár, vilja taka virknan lut í millumtjóða átøkum, sum fremja trygd og støðufesti. 
Tað eru fólkini og tjóðirnar í Norðuratlantshavi og Arktis, ið skulu gera av, hvussu trygdarpolitikkur skal fremjast – eisini til frama fyri sivila trygd. Tí hevur tað týdning, at Norðurlond og Kanada í felag umrøða, hvussu tær avbjóðingar, ið standa fyri framman, verða loftaðar, sigur landsstýrismaðurin.
Undir vitjanini í Iqaluit var fundur við stjórnarovastan í Nunavut, PJ Akeeagok, við kanadisku verjuna og við felagsskap, ið virkar fyri rættindum hjá upprunafólki í økinum.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

16 minuttir síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

33 minuttir síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

47 minuttir síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

2 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

4 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

5 tímar síðan
Tíðindi

Stena AB gjørt avtalu um at keypa Color Line

5 tímar síðan