info
Ongi úrslit

Kannaðu yvir 400 fólk í Vágum í gjár

Undir vanligum umstøðum høvdu øll hesi fólkini verið noydd til Havnar

Áki Bertholdsen
12. november 2021 kl. 15:02

Í eina tíð hava kommunurnar í Vágum og Sjúkrahúsverkið virkað fyri at gera eina korona-kanningarstøð sett í Vágum. Tað er nú eydnast, og hetta er fyrsta, fasta kanningarstøðin uttan fyri sjúkrahúsini og støðina hjá Thetis.

Og í gjárkvøldið vórðu tær fyrstu 413 kanningar gjørdar á kanningarstøðini í Vágum. Nakað av bíðitíð var, og eina løtu vóru eisini tekniskir trupulleikar við skrásetingartólunum, men kortini gekk tað væl at kanna tey 413 fókini, siga tey í einum Tíðindaskrivi. Undir vanligum umstøðum høvdu hesi fólkini verið noydd at fara til Havnar til kanningar.

Eftir ætlan verður kanningarstøðin opin tríggjar dagar um vikuna. Týsdagar og hósdagar frá klokkan 18 til klokkan 20 og leygardagar frá klokkan 12 til klokkan 14.

Longu nú er klárt at bíleggja tíð til at verða kannaður leygardagin, men tey siga, at fyri at stytta um bíðitíðina, hevur tað týdning at tey, sum bíleggja tíð, møta til tíðina, men tey skulu heldur ikki møta ov tíðliga.

Nøkur hava bílagt sær tíð sunnudagin, men tað er av misgávum, at tað hevur verið ein av møguleikunum. Tey kunnu bara møta upp leygardagin ístaðin fyri við kotuni,  tey hava fingið

Í Vágum vóna tey, at hendan kanningastøðin fer at gera sítt til, at korona ikkibreiðir seg. Kanningarstøðin er á brandstøðini inni á keiini í Miðvági. Ferðslan er einvegis oman frá Giljanesi, og koyrt verður av keiini ímóti Miðvági.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

10 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump: Ukraina og Russland samd um ikki at leypa á orkuverk

18 minuttir síðan
Tíðindi

Fernisering: At forma, skapa týdning og skilja samanhangir

36 minuttir síðan
Tíðindi

Norska Stórtingið rakt av russiskum telduálopi

1 tími síðan
Tíðindi

Hervenjing: Lion Protector í Vestmanna

1 tími síðan
Fótbóltur

Sjey stig til AB og eitt stig til B68

1 tími síðan
Tíðindi

Drona funnin nærindis pólskum frítíðarbýi

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Einasta trygd móti vitlíki er ein klókur forseti

2 tímar síðan
Tíðindi

Festari kann krevja gjald fyri at­gongd inn­an­garðs

2 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias Hellisdal: Ikki heilt gingið upp fyri mær enn

2 tímar síðan
Tíðindi

Norskt vaktarskip á Skálafirði

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir sigrar til KÍ og ein sigur til 07 Vestur

3 tímar síðan
Tíðindi

Russar vilja spjaða og ræða

3 tímar síðan