Tey fimm Norðurlondini eru farin undir arbeiðið at gera eina nýggja felags verjuavtalu, sum skal styrkja verjuna í Norðurlondum og harvið eisini NATO.
Tað varð avgjørt á fundi millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar í Oslo hósdagin.
Ætlanin er at gera tað lættari hjá herdeildum úr teimum ymisku londunum at virka saman, bæði undir venjingum og í sambandi við hernaðarligar atgerðir.
Nýggja avtalan skal eisini gera tað einfaldari at flyta hermenn og hernaðarútgerð tvørtur um landamørkini og samskipa verjuna í øllum Norðurlondum.
– Norðurlond senda eitt greitt signal um, at vit taka størri ábyrgd av trygdini í okkara øki og samstundis eru við til at styrkja samlaðu verjuna hjá NATO, sigur norski verjumálaráðharrin Tore O. Sandvik.
Norðuratlantshav fær størri týdning
Á fundinum í Oslo luttók eisini bretski herovastin Nick Perry, sum er ovasti fyri NATO-herleiðsluna Joint Force Command Norfolk í USA.
Henda herleiðslan hevur ein týðandi leiklut í verjuni av Norðuratlantshavi, og øll tey fimm Norðurlondini hoyra nú undir hana.
Hetta er eisini áhugavert úr føroyskum sjónarhorni, tí Føroyar liggja mitt í tí norðuratlantiska økinum, har NATO leggur alsamt størri dent á trygdina.
Tað er tó ikki greitt, hvønn ítøkiligan týdning nýggja norðurlendska verjuavtalan fer at fáa fyri Føroyar og Grønland.
Russland størsta trygdaravbjóðingin
Í felags fráboðanini frá fundinum vísa norðurlendsku ráðharrarnir á, at russiska kríggið móti Ukraina er størsta trygdarpolitiska avbjóðingin í Evropa.
Teir leggja dent á, at Norðurlond skulu taka størri ábyrgd av egnari trygd og styrkja samstarvið innan NATO.
Eftir at Finnland og Svøríki gjørdust limir í NATO, eru øll tey fimm Norðurlondini nú partur av verjusamgonguni.
Hetta hevur skapt nýggjar møguleikar fyri felags hernaðarligari ráðlegging og samstarvi.
Londini arbeiða eisini við at styrkja samstarvið um hernaðarútgerð og framleiðslu av lóður- og spreingievnum. Málið er at trífalda framleiðsluorkuna av hernaðarligum lóður- og spreingievnum í Norðurlondum fram til 2030.
Nýggja verjuavtalan er enn ikki liðug. Norðurlondini hava fyribils samtykt at fara undir arbeiðið at gera avtaluna, sum skal skapa ein felags løgfrøðiligan karm um eitt tættari hernaðarligt samstarv.
Kelda: Norska verjumálaráðið og Reuters.