Ferðslan koyrir aftur í Kaldbaksbotni. Føroya Politi boðar frá, at vegurin varð latin upp aftur klokkan 15.40.
Landsvegurin og tunnilin vórðu stongd klokkan 15.20 eftir eitt ferðsluóhapp beint uttan fyri tunnilsmunnan. Løgreglan, Tórshavnar Sløkkilið og sjúkraflutningstænastan vóru á staðnum.
Í fráboðanini er einki upplýst um, hvussu óhappið hendi, ella um nakar fekk skaða.