Føroya Banka Savnið, sum áður æt BankNordik-savnið, varð stovnað í 2017 og fevnir í dag um gott 660 listaverk. Savnið hevur gjøgnum árini havt ein týðandi leiklut í at varðveita og stuðla føroyskari myndlist.
Síðan 2017 hevur savnið keypt 59 listaverk frá 17 ymiskum listafólkum. Við stuðli frá Føroya Banka hevur verið møguligt at víðka savnið við nýggjari samtíðarlist og harvið stuðlað menningini av føroyskum listalívi.
Nú hevur stýrið fyri savnið gjørt av at lata ein part av hesum stóra listasavni koma almenninginum til góðar á ein øðrvísi hátt. 70 listaverk og 18 plakatir verða boðin til sølu, og sostatt fáa listáhugað eitt serstakt høvi at ogna sær eitt verk úr hesum fjølbroytta savni.
Á framsýningini verða verk eftir fleiri av teimum stóru nøvnunum í føroyskari listasøgu, eitt nú Ingálv av Reyni, Ruth Smith, Janus Kamban, Elinborg Lútzen, William Heinesen, Zacharias Heinesen og Amariel Norðoy.
Harumframt verða verk eftir Klaus Bojesen, Jaspur Petersen, Jóannes S. Hansen, Lotte Andersson, Mortan Holm, Lasse Sørensen, Sigmund Petersen, A. Lanvergue, Óla Petersen, Jákup Fuglø, Jach Kampmann, Fridu Zachariassen, Óla Egilstrøð, Amy Fuglø, Hans J. Simonsen, Adolf Johansen, Fabian Wahlberg, Ellintur Justinussen, Jákup Hjelm, Jákup Hjaltalin og Paulu S. Lervig.
Við sínum fjølbroytta úrvali gevur framsýningin eina spennandi mynd av ymiskum tíðarskeiðum, stílum og listaligum úttrykkum.
Hetta er eitt sjáldsamt høvi hjá bæði royndum listasavnarum og teimum, sum ynskja sær sítt fyrsta upprunaliga listaverk, at finna nakað serstakt.