Í dag var seinasta umfarið leikt í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Á Tórsvølli vunnu greipuvinnararnir, KÍ 2-1 á HB. Sigursmálið var eitt sjálvmál, ið var skotið heilt móti dystarenda.
Lisa Haraldsen legði HB á odda longu í fyrsta minutti av dystinum. Sami leikari gjørdi sjálvmál í 89. minutti. Heidi Sevdal javnaði til 1-1 fimm minuttir aftaná HB hevði lagt seg á odda 1-0.
Í Sarpugerði vann Víkingur 2-0 á Skála ÍF.
Nita á Lakjuni legði Víking á odda í 15. minutti. Bert tveir minuttir seinni økti Jensa Tórolvsdóttir til 2-0.
KÍ endaði á 56 stigum, og HB endaði á 47 stigum. Bronsuvinnararnir, Víkingur fingu 34 stig, og Skála ÍF endaði aftast við 14 stigum.
In.fo ynskir greipuvinnarunum, KÍ hjartaliga tillukku við frálíka avrikinum.
Kelda: dystir.fo