Ukraina hevur aftur vanligt samband við fylgisveinanetið Starlink. Tað upplýsir ukrainska stjórnin leygardagin sambært Reuters.
– Tað týdningarmesta í dag er, at Starlink og Starshield aftur virka við somu ferð sum undan avmarkingunum. Ferðin er nú á tí stigi, okkum tørvar, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á Telegram sambært tíðindastovuni.
Ukraina brúkar Starlink og hernaðarligu útgávuna av netinum, Starshield, til samskifti og dronuvirksemi á vígvøllinum.
Netið hevur verið í miðdeplinum í sambandi við spentu viðurskiftini millum Ukraina og USA í seinastuni.
SpaceX rekur netið, men hvørki fyritøkan ella amerikanska stjórnin hava tikið ábyrgdina av órógvinum, sum fráboðanir hava verið um síðani 14. oktober.
Stórur týdningur fyri hermótið
Fyrr í dag upplýsti ukrainska verjumálaráðið, at sambandið við Starlink var støðugt.
Verjumálaráðharrin, Jevhenij Khmara, segði, at eftirlitsskipanir skrásettu, at ferðin á Starlink og Starshield var komin upp aftur.
– Hetta hevur fyrst og fremst týdning fyri hermótið, hermenn okkara, dronuvirksemið, flutningin og samskiftið, segði hann.
Fríggjadagin søgdu fimm ukrainsk embætisfólk við Reuters, at avmarkingar vóru á Starlink-sambandinum hjá dronum, sum flugu skjótari enn 160 kilometrar um tíman.
Í dag tykjast hesar avmarkingar ikki longur at vera galdandi.
– Vit skráseta eina ferð oman fyri 400 kilometrar um tíman, sigur Jevhenij Khmara.
Dieselavtala elvir til ósemju
Eisini deiling av ávaringum um russisk rakettálop hevur elvt til ósemju millum USA og Ukraina.
Fríggjadagin segði Donald Trump, at hann fór at fáa trupulleikarnar við Starlink loystar, um teir framvegis vóru har.
Ein onnur orsøk til spentu viðurskiftini er dieselavtalan millum Russland og USA, sum Trump kunngjørdi 9. oktober.
Zelenskyj hevur skuldsett USA fyri við avtaluni at máa støðið undan fleiri ára vesturlendskum revsitiltøkum móti Russlandi. Fyrr í vikuni fór fyrsta skipið úr Russlandi sum liður í avtaluni.
Stutt eftir at avtalan varð kunngjørd, fanst Trump at Ukraina fyri at halda fram við álopunum á russiskar oljureinsiverksmiðjur. Hann vísti á, at álopini eru við til at hækka brennievnisprísirnar á heimsmarknaðinum.
Amerikanska kríggið í Iran hevur tó eisini í stóran mun verið við til at hækka prísirnar.
Ritzau