Tað hevur verið ein tung gongd hjá Jóannesi Bjartalíð og liðfeløgum hansara í FC Kyzylzhar í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.
Men nú restar lítið í, at Jóannes og liðfelagarnir hava bjargað plássinum í deildini.
Fyrr í dag vann FC Kyzylzhar ein sera týðandi 1-0 heimasigur á Ulytau. Stéphane Bahoken skoraði sigursmálið stutt undan steðginum.
FC Kyzylzhar er nú nummar 11 av teimum 16 liðunum í deildini við 30 stigum fyri 29 dystir.
Aftanfyri seg hevur FC Kyzylzhar Atyrau við 27 stigum fyri 28 dystir, Altai og Erdis Pavlodar við 26 stigum fyri 28 dystir, og Zhetysu, ið er næstaftast við 26 stigum fyri 29 dystir, og sostatt ikki kann røkka FC Kyzylzhar. Aftast er Kaisar Kyzylorda við 24 stigum fyri 28 dystir. Kaisar Kyzylorda kann røkka sama stigatali sum FC Kyzylzhar, 30 stig, men teir hava ein verri málmun.
So tað sær gott út hjá Jóannesi og liðfeløgunum at bjarga plássinum í deildini.
Komandi leygardag klokkan 10 spælir FC Kyzylzhar seinasta dystin í hesum kappingarárinum. Hann verður á útivølli móti Kaspij Aktau.