Í kvøld klokkan 18.30 verður dystur leiktur í Meistaradeildini hjá monnum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Talan er um dyst í 23. umfarinum millum KÍ og Skála ÍF.
R1 vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
KÍ er næstfremst í deildini við 44 stigum, meðan Skála ÍF er nummar átta við 22 stigum.
Bæði liðini hava tørv á sigri. KÍ fyri at kunna elta NSÍ á fyrsta plássinum, og Skála ÍF fyri at halda frástøðuna til 07 Vestur og B68 á teimum aftastu plássunum.
Tá liðini hittust á sama vølli megnaði Skála ÍF 3. mai javnleik 0-0 móti KÍ. 14. juni vann KÍ 4-1 á Skála ÍF undir Mýruhjalla.
Skála ÍF hevur ikki vunnið á KÍ í bestu deildini síðani 16. september í 2018.
KÍ hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,13 og 1,22.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,60 og 7,00.
Oddsini upp á útisigur til Skála ÍF liggja millum 9,00 og 13,00.