info
Ongi úrslit

KÍ hevur vunnið meistaraheitið nr. 25 sum er føroyskt met

Talan er um met hjá bæði kvinnum og monnum

Heri Á. Simonsen
3. oktober 2026 kl. 16:25

Einki vaksnamannalið í fótbólti hevur vunnið FM í fótbólti oftari enn kvinnurnar hjá KÍ.

Seinnapartin er staðfest, at KÍ á 25-unda sinni er føroyameistari í bestu kvinnudeildini, ið er met.

HB hevur við 24 meistaraheitum metið hjá monnunum.

KÍ-kvinnurnar staðfestu føroyameistaraheitið við einum 6-0 sigri á Skála ÍF á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

Durita Hummeland (myndin) og Heidi Sevdal og Ranja Joensen syrgdu fyri málunum. Tær skutu tvey mál hvør.

Longu tá 13 minuttir vóru leiktir hevði KÍ tamarhald á dystinum, og var á odda 2-0.

KÍ hevur 52 stig nú tveir dystir eru eftir at leika. HB kann í besta føri røkka 50 stigum.

KÍ-Skála ÍF 6-0 (3-0)

1-0 Heidi Sevdal (11.)

2-0 Durita Hummeland (13.)

3-0 Durita Hummeland (39.)

4-0 Heidi Sevdal (67.)

5-0 Ranja Joensen (87.)

6-0 Ranja Joensen (89.)

Kelda: dystir.fo

In.fo ynskir KÍ-kvinnunum hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum, og metinum í vaksnamannafótbólti við 25 meistaraheitum.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Óli Mittún sund­ur­spældi donsku meistararnar

5 minuttir síðan
Tíðindi

Grønland byggir skúlatilboð eftir føroyskum leisti

59 minuttir síðan
Tíðindi

Smyril skal hava nýggjar motorar fyri 74,4 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Vil loyva skipaðari kópaveiðu við Føroyar

2 tímar síðan
Tíðindi

Vildi ikki halda seg burtur – endaði í brummuni

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Gleð teg til eina feita eykarokning frá samgonguni

3 tímar síðan
Fótbóltur

TB venjarin er givin

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar: Teldusníkar royna at lumpa pengar frá fólki

5 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: FM í rørslumegi

5 tímar síðan
Tíðindi

Bill mótmælir: Tel Aviv er ikki avtalað í samgonguni

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

6 tímar síðan
Tíðindi

Akutta tilbúgvingin verður styrkt

6 tímar síðan