info
Ongi úrslit

Bill mótmælir: Tel Aviv er ikki avtalað í samgonguni

Ætlanin at lata tríggjar føroyskar sendistovur aftur hevur elvt til mótmæli úr samgonguni sjálvari. Bill Justinussen sigur, at Fólkaflokkurin ikki hevur góðkent at lata sendistovuna í Ísrael aftur.

Eirikur Lindenskov
3. oktober 2026 kl. 11:32

Landsstýrið ætlar at spara milliónir við at lata føroysku sendistovurnar í Moskva, London og Tel Aviv aftur. Men sambært Bill Justinussen, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin, er ikki politisk semja í samgonguni um alla ætlanina.

– Vit hava tikið undir við Moskva og London, men ikki Tel Aviv, sigur hann við Sosialin.

Bill Justinussen leggur dent á, at mótstøðan ikki bara er hansara egna. Sambært honum stendur ein samdur tingbólkur hjá Fólkaflokkinum aftan fyri at varðveita sendistovuna í Ísrael.

Hann sigur eisini, at hann ikki kendi ætlanina, áðrenn hon varð løgd fram.

– Tað er ikki avtalað í samgonguni. Hann hevur ikki fingið grønt ljós frá Fólkaflokkinum, sigur Bill Justinussen um Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkismálum.

Fyri landsstýrismannin snýr broytingin seg um at raðfesta orkuna og pengarnar øðrvísi. Føroyar kunnu ikki hava sendistovur allastaðni, og ætlanin er í størri mun at velja ítøkilig átøk uttanlands saman við vinnuni.

Bill Justinussen heldur hinvegin, at sendistovan í Tel Aviv hevur ein serligan týdning, og at tað sendir eitt skeivt signal at lata hana aftur júst nú. Hann ætlar tí at taka málið upp bæði í egnum flokki og við landsstýrismannin.

Í nýggja Sosialinum greiðir Bárður á Steig Nielsen frá, hvussu hann vil skipa føroysku umboðanina uttanlands, og hvat skal koma í staðin fyri tær tríggjar sendistovurnar. Bill Justinussen greiðir frá, hví Tel Aviv er eitt hjartamál, og hví hann heldur, at ætlanin fer út um tað, sum er avtalað í samgonguni.

Les samrøðurnar við Bárð á Steig Nielsen og Bill Justinussen í Sosialinum hetta vikuskiftið. Blaðið fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

20 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lula og Bolsonaro hava báðir greitt atkvøðu

32 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hví gera sum Bartal, tá tú kann gera sum Búi?

55 minuttir síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving verður í høllini Við Tjarnir

1 tími síðan
Fótbóltur

Piteå vann á Vittsjö - eru nærri bjargingini nú

2 tímar síðan
Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

4 tímar síðan
Tíðindi

14 grundstykki tøk í Skop­un – prís­ir frá 176.400 krónum

4 tímar síðan
Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

5 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðar­felag til 44 leigu­íbúðir: Fýra at­kvøddu ímóti nevndar­vali

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

6 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

7 tímar síðan