info
Ongi úrslit

Akutta tilbúgvingin verður styrkt

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 verður ein góð millión kr. sett av til at styrkja barnsburðarøkið og narkosuøkið á Landssjúkrahúsinum.

Eirikur Lindenskov
3. oktober 2026 kl. 10:37

Tað skrivar Heilsu- og orkumálaráðið í tíðindaskrivi í morgun.

Raðfestingin skal økja serlæknorkuna og styrkja støðufestið í vaktarviðurskiftunum. Hetta hevur týdning á einum øki, har bráðstøður kunnu taka seg upp, eitt nú í sambandi við føðingar og keisaraskurðir. 

Bæði barnsburðarøkið og narkosuøkið eru týdningarmikil og viðbrekin øki, har ein vælvirkandi bráðtilbúgving hevur stóran týdning. Við hesi raðfestingini styrkja vit serlæknorkuna og geva Landssjúkrahúsinum betri møguleikar at tryggja støðufesti í vaktarviðurskiftunum.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

– Landssjúkrahúsið hevur víst á, at økið er tunt mannað við serlæknum, og at vaktarbyrðan tí kann vera stór. Fleiri serlæknatímar kunnu minka um vaktarbyrðuna og geva betri framhald í arbeiðinum á økinum.

Raðfestingin verður sett í verk í 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

16 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hví rusk­bil­ur­in fór á rull á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Ruskbilurin lyftur úr urtagarði á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

Ákæri: Annarflogskipari royndi at fremja yvirgang við øks

1 tími síðan
Tíðindi

Børn sótu óbundin: Tríggir bilførarar fingu klipp

1 tími síðan
Tíðindi

Video: Stór­ar­beiði at fáa rusk­bilin úr urta­garði­num á Argjum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

5 tímar síðan
Tíðindi

TIT fáa tryggar sømdir, meðan VIT fáa ógreið lyfti

11 tímar síðan
Hondbóltur

GOG-Aalborg beinleiðis á TV2

11 tímar síðan
Lesarabrøv

At einki gera er ikki ókeypis

11 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Italia megnaði javnleik á útivølli í Fraklandi

11 tímar síðan
Hondbóltur

19 føroysk mál í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld

12 tímar síðan