info
Ongi úrslit

Smyril skal hava nýggjar motorar fyri 74,4 milliónir

Landsstýrið biður Løgtingið um heimild at brúka í mesta lagi 74,4 milliónir krónur til fýra nýggjar høvuðsmotorar til Smyril. Motorarnir skulu setast í skipið í 2028, men bíleggjast longu nú.

Eirikur Lindenskov
3. oktober 2026 kl. 15:16

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at keypa fýra nýggjar høvuðsmotorar til Smyril.

Sambært uppskotinum verður samlaði kostnaðurin mettur til í mesta lagi 74,4 milliónir krónur. Umleið helvtin fer til sjálvt keypið av motorunum, meðan hin helvtin fer til ísetingina.

Ætlanin er at skifta motorarnar, tá Smyril aftur skal í dokk í 2028. Teir mugu kortini bíleggjast longu nú, tí veitingartíðin er long.

Smyril varð bygdur í Spania og kom til Føroya í 2005. Skipið røkir Suðuroyarleiðina og hevur eina sera tunga rakstrargongd. Hann leggur at og fer frá landi umleið 3.700 ferðir um árið og siglir í miðal ellivu og ein hálvan tíma um samdøgrið.

Verandi høvuðsmotorar hava sostatt verið nógv nýttir í meira enn 20 ár.

Smyril var í 2025 til 20 ára klassing á Fayard-skipasmiðjuni í Danmark. Tá vórðu millum annað tríggir hjálpimotorar skiftir, og tvær síðuskrúvur settar í afturskipið. Longu tá varð boðað frá, at næsta stóra arbeiðið verður at skifta allar fýra høvuðsmotorarnar í 2028.

Málið er lagt fram sum LM-037/2026. Løgtingið skal nú taka støðu til, um landsstýrismaðurin fær heimildina at keypa motorarnar. Kringvarpið hevur eisini umrøtt kostnaðin.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil loyva skipaðari kópaveiðu við Føroyar

1 tími síðan
Tíðindi

Vildi ikki halda seg burtur – endaði í brummuni

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Gleð teg til eina feita eykarokning frá samgonguni

2 tímar síðan
Fótbóltur

TB venjarin er givin

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar: Teldusníkar royna at lumpa pengar frá fólki

3 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: FM í rørslumegi

4 tímar síðan
Tíðindi

Bill mótmælir: Tel Aviv er ikki avtalað í samgonguni

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

4 tímar síðan
Tíðindi

Akutta tilbúgvingin verður styrkt

5 tímar síðan
Tíðindi

Kanna hví rusk­bil­ur­in fór á rull á Argjum

5 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Ruskbilurin lyftur úr urtagarði á Argjum

6 tímar síðan
Tíðindi

Ákæri: Annarflogskipari royndi at fremja yvirgang við øks

6 tímar síðan