info
Ongi úrslit

Løgreglan ávarar: Teldusníkar royna at lumpa pengar frá fólki

Føroya Politi ávarar í morgun um eina nýggja roynd at lumpa fólk til at lata frá sær kontu- og bankaupplýsingar.

Eirikur Lindenskov
3. oktober 2026 kl. 12:05

Bara eftir umleið trimum korterum hava trý fólk vent sær til løgregluna, eftir at tey vóru uppringd av fólki, sum royndu at fáa persónligar bankaupplýsingar frá teimum.

Teldusníkarnir ringja frá donskum telefonnumrum og geva seg út fyri at hava samband við løgregluna. Í samrøðuni verður millum annað víst til Keypmannahavnar Politi og Noreg, og sagt verður frá pengaflytingum, sum skulu vera farnar fram. Í einum føri varð nevnd ein flyting upp á 9.000 norskar krónur.

Eitt navn, sum verður brúkt í sambandi við svikið, er Lars Tvede, men sambært løgregluni er talan um falskar upplýsingar.

Endamálið er at fáa tann uppringda at lata frá sær kontu- ella bankaupplýsingar.

Tey trý fólkini, sum hava vent sær til Føroya Politi í morgun, lótu seg tó ikki lumpa. Ein teirra segði við uppringjaran, at viðkomandi fyrst fór at seta seg í samband við sín egna banka.

Løgreglan heitir á fólk um at vera sera varin, um tey fáa slíkar uppringingar, og ikki lata frá sær bankaupplýsingar.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

31 minuttir síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

2 tímar síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

2 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

2 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

3 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

3 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

5 tímar síðan
Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

5 tímar síðan