info
Ongi úrslit

Vil loyva skipaðari kópaveiðu við Føroyar

Eirikur í Jákupsstovu hevur vegna Tjóðveldi lagt uppskot fyri Løgtingið um at loyva kópaveiðu undir skipaðum viðurskiftum. Veiðifólk skulu hava persónligt loyvi, og Havstovan skal ummæla umsóknirnar.

Eirikur Lindenskov
3. oktober 2026 kl. 14:14

Tað skal bera til at fáa loyvi at veiða kóp við Føroyar, men veiðan skal vera burðardygg og undir eftirliti.

Tað er endamálið við einum uppskoti til nýggja kópalóg, sum Eirikur í Jákupsstovu vegna Tjóðveldi legði fyri Løgtingið 30. september.

Uppskotið fevnir um øll sløg av kópi og eisini roysning. Lógin skal galda bæði á landi og í føroyskum sjógvi.

Í viðmerkingunum verður víst á, at náttúruverndarlógin frá 2023 krevur lógarheimild, um vill djór skulu veiðast ella takast. Sambært uppskotssetarunum vantar ein slík heimild fyri kóp.

Við uppskotinum skal henda heimild fáast til vega.

Loyvi í upp til tvey ár

Verður uppskotið samtykt, skulu fólk søkja skrivliga um loyvi at veiða kóp. Havstovan skal ummæla umsóknina, áðrenn landsstýrisfólkið ella tann myndugleikin, sum fær heimildina, tekur avgerð.

Loyvið skal vera persónligt og kann galda í upp til tvey ár í senn. Treytir skulu setast um millum annað veiðiøki, veiðinøgd og útgerð.

Veiðifólk skulu eisini hava neyðugt vápnaloyvi. Sum meginregla skal kópur skjótast við riflu, sum lýkur ávís krøv, ið skulu tryggja, at kópurin doyr beinanvegin.

Uppskotið bannar at fanga ella skaða kóp við línu, gørnum, saksi, rúsum og øðrum fellum. Landsstýrisfólkið kann tó eftir umsókn loyva øðrum veiðihátti enn skotvápni, um hann er djóravælferðarliga fullgóður.

Tey, sum fáa loyvi, skulu beinanvegin skráseta veiðina og boða Havstovuni og avvarðandi myndugleika frá henni.

Meta, at minst 100 kópar kunnu veiðast

Í viðmerkingunum verður víst til eina meting hjá Havstovuni, sum setur føroyska láturkópastovnin til umleið 1.800 kópar. Í tíðarskeiðinum 2018–2021 varð stovnurin mettur til umleið 1.500 kópar.

Uppskotssetararnir meta, at í minsta lagi 100 kópar kunnu veiðast í løtuni. Teir vísa til, at hetta samsvarar við talið av kópum, sum fram til 2020 varð avlívað í sambandi við alivirksemi.

Talið 100 verður tó ikki ásett sum kvota í sjálvum lógartekstinum. Veiðan skal skipast við støði í umsitingarætlan og ráðgeving, og landsstýrisfólkið skal kunna áseta nærri reglur um millum annað veiðinøgd, veiðitíð og friðing.

Uppskotssetararnir vísa eisini á, at áhugi er fyri at gagnnýta kóp, og at ein størri kópastovnur kann ávirka aðrar partar av vistskipanini.

Alivinnan fær ikki loyvi at skjóta kóp

Uppskotið broytir ikki forboðið móti tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi.

Hetta forboðið varð sett í alilógina í 2020 eftir ynski frá alivinnuni fyri at tryggja framhaldandi atgongd hjá føroyskum laksi til amerikanska marknaðin.

Talan er sostatt um at skapa karmar fyri skipaðari kópaveiðu, meðan forboðið í sambandi við alivirksemi stendur við.

Vørn skal hava eftirlitið

Sambært uppskotinum skal Vørn hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar. Loyvi kunnu takast aftur, um treytirnar verða brotnar.

Tilætlað brot og brot framd av grovum ósketni skulu kunna revsast við sekt ella fongsli í upp til fýra mánaðir. Verða brot framd ferð eftir ferð, kann revsingin herðast upp í eitt árs fongsul.

Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi 1. januar 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

1 minuttur síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

30 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

37 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

55 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

5 tímar síðan