Óli Mittún var ein av høvuðsmonnunum, tá GOG seinnapartin vann ein sannførandi stórsigur á donsku meistarunum úr Aalborg Håndbold.
Tað endaði 39-27 eftir ein framúr góðan seinna hálvleik hjá heimaliðnum. Hetta var fyrsti sigurin hjá GOG á Aalborg í tvey ár.
Serliga 21 ára gamli føroyingurin gjørdi um seg. Við skjótleika, gjøgnumbrotum, málum og uppleggum gav hann verjuni hjá Aalborg stórar trupulleikar allan dystin.
Óli Mittún og Hjalte Lykke funnu ferð eftir ferð hol í verjuni, og hvørki Niklas Landin ella Fabian Norsten megnaðu at steðga álopsspælinum hjá GOG.
Javnt fyri steðgin
Dysturin byrjaði í høgari ferð, og bæði liðini spældu væl í álopinum. GOG var tó eitt vet hvassari og fór til hálvleiks á odda 16-14.
Í seinna hálvleiki royndi Aalborg at broyta verjuna til eina framrættaða 5-1-verju. Men venjarin hjá GOG, Kasper Christensen, hevði fyrireikað sítt lið til júst hesa broytingina.
GOG svaraði aftur við sjey móti seks í álopinum, og tað gav úrslit beinanvegin. Óli Mittún og liðfelagarnir spældu seg ferð eftir ferð ígjøgnum Aalborg-verjuna.
Tá góðir níggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, var GOG komið á odda 25-18.
Aalborg steðgaði fullkomiliga upp
Aalborg tók leikbrá og fór aftur frá framrættaðu verjuni, men GOG hevði eisini eitt svar til tað. Meistararnir fóru átta minuttir uttan at skora, og munurin bara vaks.
Seinni hálvleikur gjørdist tí ein eyðmýking av Aalborg, meðan Óli Mittún og GOG hildu fram við at trýsta ferðina upp.
Við 39-27-sigrinum er GOG nú fýra stig framman fyri Aalborg í landskappingini. Ribe-Esbjerg er tvey stig aftan fyri GOG.
Óli Mittún hevur verið sera væl fyri seinastu dystirnar. Eisini í undanfarna toppdystinum móti Ribe-Esbjerg var føroyska landsliðsstjørnan í miðdeplinum, tá GOG vann og legði seg á odda í deildini.

Kelda: Ritzau