info
Ongi úrslit

Klárt at flúgva laks hjá Bakkafrost til New York

FarCargo hevur nú keypt farmaflogfar, sum skal flúgva laks úr Føroyum

Eirikur Lindenskov
22. apríl 2023 kl. 07:46

Sáttmálin er nú gjørdur við amerikanska felagið AerSale um keyp av einum Boeing 757-200 farmaflogfari. Avtalað er, at nýggja føroyska farmaflogfelagið, FarCargo, fær flogfarið um mánaðarskiftið juni-juli.

Flogfarið verður sambært avtaluni latið FarCargo í Phoenix Arizona.

Flogfarið, sum er frá 2001, hevur Rolls Royce motorar, sum hava umleið 28.000 hestakreftir hvør. Annars er flogfarið rættuliga vælútgjørt. Hevur eitt nú RNP navigatiónsútgerð sum ger tað møguligt at lenda, tá sýnið kann verða ivasamt.

– Tað merkir, at nú vita vit, at vit fáa hetta flogfarið, og tað verður latið okkum síðst í junimánaði.

Tað sigur Birgir Nielsen, sum er stjóri í flogfelagnum, sum hann eisini er partaeigari í, í stórari samrøðu við Sosialin.

Myndin er ikki tøk

Eitt sindur um FarCargo:

• Bakkafrost P/F: Meirlutapartaeigari (70%)

• Sp/f 25.05.2021: Minnilutapartaeigari (30%):

Partaeigarar í Sp/f 25.05.2021 eru hesir:

• Heðin Krett, flogskipari, sum hevur 30+ ára royndir við flúgving umframt farmaflúgving

• Hans Meinhart á Høgabóli, flogskipari, sum hevur 40 ára royndir við flúgving umframt farmaflúgving

• Andrew Djurhuus, flogteknikkari, sum hevur 25+ ára royndir úr Atlantic umframt at eiga og reka egnu fyritøkuna AerService í Danmark

• Birgir Nielsen, sum hevur 30 ára royndir innan fíggjarvinnu og privata vinnu. Eigur og rekur egnu fyritøkuna Nira

Myndin er ikki tøk

Lesið stóra samrøðu við Birgir Nielsen, stjóra, og Regin Jacobsen, nevndarformann í FarCargo, í Sosialinum, sum fæst til keyps kring landið, og sum haldarar eisini kunnu lesa á sos.fo

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

17 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

U19-landsliðið tapti fyri Sameindu Arabisku Emirríkjunum

21 minuttir síðan
Tíðindi

Eingin játtan til at byggja Tjóðleikhúsið í 2027

38 minuttir síðan
Tíðindi

Vrakleivdir av flogfari funnar í USA

1 tími síðan
Tíðindi

Handtikin aftur fýra tímar eftir leyslating

1 tími síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro bresta saman í tøttum forsetavali

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldur kom í bil í Norð­oya­tunli­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Konfirmantar í Vesturkikrjuni í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Falski Lars Tvede fekk ongar pengar frá føroyingum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt sjálvmál bjargaði Piteå týdningarmikið stig móti dystarenda

4 tímar síðan
Tíðindi

Merz í Kyiv við lyfti um milliardastuðul

4 tímar síðan
Tíðindi

Jákup Eli Østerø og Óli á Grømma tala sunnudagin

4 tímar síðan