Russiskir myndugleikar hava gjørt viðmerkingar til valúrslitið í USA, har Donald Trump og hansara fólk mistu meirilutan bæði í kongressini og í umboðsmannatinginum.
- Í Kreml siga tey í dag, at vónandi fer valósigurin ikki at ganga út yvir friðartilgongina hjá amerikanska forsetanum við Ukraina, veit tíðindastovan, Reuters at siga í dag.
Sagt verður, at Donald Trump í longri tíð hevur roynt at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.
- Í staðin fyri at trýsta Russland og landsins myndugleikar til at enda kríggið, hevur hann roynt at trýst Ukraina at ganga við til treytir, sum landið ikki ynskir, leggur Reuters aftrat.
Donald Trump bjóðaði í fjør russiska forsetanum, Vladimir Putin, til Alaska, og í næstu viku skulu amerikansk, ukrainsk og russisk embætisfólk ætlandi hittast í Abu Dhabi fyri at royna at steðga krígnum í Ukraina.