info
Ongi úrslit

Móttøka og skipsdópur av Hav Fles í Søldafirði

Leygardagin 7. november klokkan 11 bjóðar Navigare Shipping til almenna móttøku í Søldafirði í sambandi við, at Hav Fles, næsti nýbygningurin hjá reiðarínum, kemur á Søldarfjørð. Í hesum sambandi verður eisini skipsdópur.

Eirikur Lindenskov
4. november 2026 kl. 14:37

Tíðindaskriv:

Við Hav Fles tekur Navigare Shipping enn eitt týðandi stig í menningini og endurnýggjanini av flotanum. Fyrr í ár tók reiðaríið ímóti Hav Leiti, fyrsta nýbygninginum í 60 ára longu søgu felagsins. Nú kemur systurskipið Hav Fles, og tvey nýggj skip eru afturat á veg, sum verða yvirtikin í komandi ár.

Nýggju skipini eru eisini eitt stórt stig á leiðini móti meira burðardyggum sjóflutningi. Við tað, at skipini flyta størri nøgdir og hava minnið olju nýtslu, verður útlátið fyri hvørt flutt tons munandi lægri samanborið við onnur skip hjá reiðarínum.

Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum og gevur betri møguleikar at bjóða kundum burðardyggan flutning, umframt at umstøðurnar hjá sjófólkunum verða munandi betri.

Á almennu móttøkuni verður skipsdópur, røður og hornorkestur. Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábit verður at fáa.

Almenna móttøkan og skipsdópurin verður í Søldafirði leygardagin 7. november klokkan 11.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Økt virksemi á Málstovuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Vónandi gongur ósigurin ikki út yvir tilgongdina til frið

2 tímar síðan
Tíðindi

Olaf Johannessen 40 ár á Kongaliga Leikhúsinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nuuk sum "Home of the Whopper"

3 tímar síðan
Tíðindi

16 læknar útbúgva seg til komm­unu­lækna – sjey størv eru fram­vegis leys

3 tímar síðan
Tíðindi

Aftanfyri minnispláturnar fjalast tungar lagnur

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskar køli­skip­an­ir verða kann­aðar eftir teldu­sníka­álop í Evropa

4 tímar síðan
Tíðindi

Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa

5 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis kunnu Demo­krat­ar­nir brúka meiri­lut­an í Kongressini

5 tímar síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar

5 tímar síðan
Tíðindi

Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA

5 tímar síðan
Tíðindi

Strandingar fegnast við Samuel

5 tímar síðan