info
Ongi úrslit

Økt virksemi á Málstovuni

Nýggja Málráðið hevur styrkt Málstovuna. Nýggj starvsfólk eru sett í starv, Málstovan er flutt í nýggj høli, samstarv er skipað um skrivstovuhald, og telefontænastan er nú víðkað

Nanný J. Toftegaard
4. november 2026 kl. 13:30

Málráðið skrivar, at játtanin til Málráðið er hækkað seinastu árini og er nú 3.288.000 krónur. Fleiri broytingar hava verið hetta seinasta árið, so sum nýtt málráð, nýggj høli, nýggj starvsfólk og skipað samstarv við Fróðskaparsetur Føroya um skrivstovuhald.

Samstarvsavtalan við Fróðskaparsetur Føroya tryggjar Málráðnum støðugar arbeiðs- og hølisumstøður og umsitingarligan stuðul. Í hesum sambandi er skrivstovan hjá Málráðnum, Málstovan, flutt í høli hjá Fróðskaparsetrinum í J.C. Svabos gøtu 7 í Havn, har hon nú húsast saman við øðrum starvsfólkum á Setrinum.

Víðka telefontænastuna
Týðandi partur av virkseminum hjá Málráðnum er málsliga ráðgevingin.

Seinastu tíðina hevur telefontíðin á Málstovuni verið avmarkað til seks tímar um vikuna. Hetta er nú broytt, soleiðis at telefontænastan nú er opin mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag kl. 9-13.

Nýggj starvsfólk
Málráðið hevur leingi verið merkt av lítlari arbeiðsorku. Nógvar uppgávur hava ligið óloystar, tí ov fá starvsfólk hava verið at taka sær av teimum. Nú játtanin varð hækkað í 2026, hevur borið til at sett nýggj fólk í starv. Umframt at nýtt fólk varð sett í starvið sum málsligur ráðgevi á heysti í 2025, vórðu tveir nýggir málfrøðingar settir í starv í 2026.

Enn eru uppgávur, sum Málstovan ikki megnar at loysa við verandi arbeiðsorku. Tó fegnast vit um, at Málstovan nú er betur mannað enn nakrantíð.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vónandi gongur ósigurin ikki út tilgongdina til frið

1 tími síðan
Tíðindi

Olaf Johannessen 40 ár á Kongaliga Leikhúsinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nuuk sum "Home of the Whopper"

2 tímar síðan
Tíðindi

16 læknar útbúgva seg til komm­unu­lækna – sjey størv eru fram­vegis leys

2 tímar síðan
Tíðindi

Aftanfyri minnispláturnar fjalast tungar lagnur

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskar køli­skip­an­ir verða kann­aðar eftir teldu­sníka­álop í Evropa

3 tímar síðan
Tíðindi

Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa

3 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis kunnu Demo­krat­ar­nir brúka meiri­lut­an í Kongressini

4 tímar síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA

4 tímar síðan
Tíðindi

Strandingar fegnast við Samuel

4 tímar síðan
Fótbóltur

Elisabeth hevur skrivað undir við HB

4 tímar síðan