info
Ongi úrslit

Korona: Vit skulu ikki altíð lurta eftir læknunum

Hetta má halda upp at, halda politikarar

Áki Bertholdsen
25. november 2021 kl. 10:22

Nú korona gongur sum ongantíð áður, verða eisini nógvar koronukanningar gjørdar. Og tað er ein dýr søga fyri landskassan, tí tað er upplýst, at tað kostar eina hálva millión um dagin - og fleiri dagar kostar tað meir.

Men samstundis mæla læknafakligir koronu-ráðgevarar, til, at vit gera nógv burtur úr at kanna fólk, eitt nú tá ið nógv fólk eru saman. Orsøkin til tað er, at tað eru nógv, sum eru sjúk, og kunnu smitta onnur, uttan at vita av tí. Tískil eru fyribyrgjandi kanningar ein týdningarmikil liður í royndunum at berja smittuna niður.

Men nú er tað so stór útreiðsla fyri landskassan, at fleiri politikarar eru við at fáa kaldar føtur, og alsamt fleiri politikarar tosa um at seta tiltøk í verk fyri at tálma útreiðslunum.

Eisini Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini, ásannar, at tað er rættiliga dýrt at gera allar hesar koronukanningar. Og tá ið Løgtingið umrøddi málið henda dagin, væntaði hann eisini, at politiskt tiltøk verða sett í verk fyri at tálma útreiðslunum. Hann sigur, at hann heldur ikki, at tað er neyðugt við øllum hesum kanningunum.

Eitt tiltak, sum væntandi verður sett í verk, er, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast fyri koronu – og at tey skulu gjalda fyri tað sjálvi. Tað er eisini alsamt vanligari, at arbeiðspláss senda starvsfólk til kanningar og tað er eisini hugsandi, at hereftir skulu arbeiðsplássini sjálvi rinda fyri tær kanningarnar.

Fleiri politikarar halda, at tað er óneyðugt at kanna fólk, sum annars eru frísk. Fólk skulu bara kannast táið tey føla seg sjúk, ella hava verið í samband við onkran, sum hevur fingið sjúkuna.

Les eisini: Tað eru rættiliga nógvur koronu-kongar í Føroyum

Politikarar sipa eisini til tey tiltøkini, ellis- og røktarheim, og aðrir almennir stovnar, hava sett í verk. Har eru tað fleiri stovnar, sum vilja hava, at fólk, sum koma inn á gólvið, skulu hava eina feska koronukanning. 

Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin sigur, at alt flýtur, tí hvør barnagarður og hvørt ellisheim í landinum gera sinar egnu reglur í samráð við læknafakligar koronuráðgevarar. Hann heldur at tað má halda uppat, tí vit mugu hava somu reglur allastaðni.

Hann vísir á, at eftir fólkatalinum verða fýra ferðir so nógvar koronukanningar gjørdar í Føroyum sum í øðrum londum, og hann spyr, hvat tað er, sum ger okkum til so serstaka tjóð.

Hann vísir, á, at á ellisheiminum í Sandoynni krevja tey eina feska koronukanning fyri at sleppa inn at vitja – og tað verður eisini kravt av honum, hóast hann er koppsettur tvær ferðir, og hevur havt koronu.

– Landsstýrismaðurin má boða frá, púra greitt, at vit hava almenn tilmæli at halda okkum til, og at stovnsleiðarar, og onnur, skulu ikki gera sínar egnu reglur.

 

Ikki kanna frísk fólk

Eisini Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fýlist á, at almennir stovnar og felagsskapir, gera sínar egnu koronu-reglur, tí hann sigur boðskapurin má vera greiður.

Landsstýrismaðurin vísir á, at vit hava eitt greitt tilmæli frá landsstýrinum, sum sigur, hvussu vit skulu bera okkum at. Vit skulu bara fylgja almennu tilmælunum og ikki einstøkum stovnsleiðarum.

– Men fara allar Føroyar í sjálvsving - ellisheim fyri seg, skúlar fyri seg - verður tað anarki og tað er tað einasta, sum ikki má henda, tá ið vit skulu stýra okkum ígjøgnum eina kreppu.

Hann heldur, at sjúkrahúsverkið skal ansa eftir, áðrenn kanningarstøðir verða settar upp allastaðni at kanna frísk fólk.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at fólk skulu bara lata seg kanna tá ið tey hava sjúkutekin, ella tá ið tey hava verið saman við onkrum, sum hevur koronu. Eru hesar fortreytirnar ikki til staðar, skulu fólk ikki lata seg kanna, leggur hann afturat. Hví skulu vit kanna frísk fólk, spyr hann.

– Tað hevur stóran týdning at vit fylgja almennu tilmælunum. So Brandur Sandoy skal heilsa í Sandoynni og greiða teimum frá almennu tilmælunum og tey skulu vit halda, og einki meir.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Stór mótmælir um alt Týskland

14 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bæði abbi og pápi droymdu um at gera whisky

37 minuttir síðan
Tíðindi

Ummæli: Vit skiltu ikki orðini – men vit skiltu Rasmus Lyberth

44 minuttir síðan
Tíðindi

Svøríki velur í dag – SD kann koma í stjórn fyri fyrstu ferð

1 tími síðan
Tíðindi

Hugskotið kom eina nátt í andvekri

2 tímar síðan
Tíðindi

Fýra skuld­set­ing­ar í bý­num og ein tik­in fyri rús­drekka­koyring

3 tímar síðan
Tíðindi

Uppfarandi maður handtikin í býnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Skipið vitjaði í Havn – fáar vikur seinni vóru 40 menn deyðir

5 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur størstu favorittstøðuna

7 tímar síðan
Tíðindi

Stór mótmælir um alt Týskland

14 tímar síðan
Tíðindi

Vilja útflyta grønlendskt vatn við tangaskipi

15 tímar síðan
Hondbóltur

Joan Johannesen var aftur toppskjútti hjá KA/Þór

15 tímar síðan
Fótbóltur

Markus var tvífaldur málskjútti

16 tímar síðan