info
Ongi úrslit

Handa Michel­in-stjørn­ur í Havn næsta ár

Visit Faroe Islands hevur gjørt avtalu við Michelin, um at Havnin verður vertsbýur, tá Michelin handar stjørnurnar til norðurlendskar matstovur næsta vár.

Eirikur Lindenskov
13. november 2026 kl. 07:22

Sjálv handanin verður í Norðurlandahúsinum 3. mei fyri innbodnum matstovum, kokkum og miðlum. Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands fegnast um, at tað hevur eydnast at bjóða Føroyar og Havnina fram sum vertsbý fyri Michelin Nordic 2027. ”Tað er ein stórur heiður og ábyrgd at sleppa at vera vertur fyri Michelin tiltakinum’ sigur Guðrið Højgaard stjóri á Visit Faroe Islands og leggur afturat at ”hetta er eitt sera gott høvi at gera vart við okkara fantastisku rávørur frá sjógvi og landi, okkara dugnaligu kokkar eins og Føroyar sum matferðamál”.

Málið er at gera hetta til tað mest sermerkta Michelin átakið nakrantíð. Í samstarvi við Atlantic Airways fara tvey eyka flogfør úr Keypmannahavn við teimum kokkum og miðlum, sum verða boðin við til tiltakið. Ætlanin er at borðreiða við mati úr føroyskum rávørum, soleiðis at upplivingin av Føroyum byrjar longu við fráferð úr Keypmannahavn og í luftini á veg til Føroyar. 

Michelin stendur fyri tiltakinum og bjóðar eini 500 útlendskum gestum til Føroyar. 

Uppgávan hjá fyrirskiparunum í Føroyum verður at geva teimum eina føroyska uppliving frá flogferðini, til handanina í Norðurlandahúsinum og til onnur tiltøk, sum verða fyriskipaði teir dagarnar, gestirnir eru her. 

Visit Faroe Islands takkar stuðlunum, sum hava gjørt tað gjørligt at bjóða Føroyar fram sum vert fyri Michelin átakinum. 

Stuðlarnir eru: 

  • Umhvørvis- og Vinnumálaráðið

  • Tórshavnar Kommuna

  • Bakkafrost

  • Atlantic Airways

  • Christian í Grótinum

  • JFK 

  • Poul Hansen/Krás. 

Fakta
Faktaboks: Michelin Guide 1900: Michelin-handbókin varð fyrstu ferð útgivin í Fraklandi av dekkfyritøkuni Michelin. 1926: Michelin fór at lata matstovum stjørnur. Matstovur kunnu fáa eina, tvær ella tríggjar stjørnur. 2017: KOKS fekk sum fyrsta føroyska matstovan eina Michelin-stjørnu. 2019: KOKS fekk sína aðru stjørnu. Høvuðskokkurin Poul Andrias Ziska fekk eisini heiðurin Young Chef Award. 2025: PAZ í Havn fekk tvær Michelin-stjørnur, bert tveir mánaðir eftir at matstovan lat upp. 2026: PAZ varðveitti báðar stjørnurnar. Aðrar matstovur: Ræst og ROKS í Havn eru eisini við í Michelin-handbókini, tó uttan stjørnur.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

Í gjár kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ukrainskar dronur drupu fýra fólk í Russlandi

7 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia hevur eina greiða favorittstøðu

1 tími síðan
Tíðindi

Seyðahundakapping millum Fjarða

7 tímar síðan
Tíðindi

Faderhuset í Filmsfelagnum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Harry Kane setti dystarmet og Italia vann á Fraklandi

8 tímar síðan
Tíðindi

Stella Polaris - tekniningarfreistin nærkast

8 tímar síðan
Hondbóltur

Sigursrøðin hjá Vali steðgaði á Hafnarfirði í kvøld

8 tímar síðan
Tíðindi

Býarbókasavnið hevur fingið nýggjan leiðara

9 tímar síðan
Tíðindi

Seven Summit skrivar um Jens Jákup Hansen

9 tímar síðan
Tíðindi

Væleydnað Vitan til varandi aling

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja blaðið er tøkt á netinum

10 tímar síðan
Tíðindi

Kvirr gevur Einsamøll út

10 tímar síðan