Um middagsleitið hósdagin fekk løgreglan fráboðan um eld í einum bili á landsvegnum sunnan fyri Hósvík. Bilurin koyrdi, tá nógvur roykur kom úr honum, og bilførarin steðgaði.
Sambært vaktleiðaranum var eingin eldur í bilinum. Løgreglan metir, at roykurin helst stóðst av, at ov nógv olja var fylt á motorin.
Fráboðan um skot í fjøruni í Klaksvík
Um trý tíðina seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður gekk í fjøruni í Klaksvík og skeyt eftir skarvi. Sambært vaktleiðaranum var tað ikki loyvt at skjóta skarv á landi.
Veiðitíðin eftir skarvi er sambært fuglaveiðulógini frá 20. oktober til og við 30. november.
Tvey klipp í Norðoyatunlinum
Um midnáttarleitið máldi løgreglan tveir bilar í Norðoyatunlinum. Annar koyrdi 108 kilometrar um tíman og hin 110. Sambært vaktleiðaranum fáa báðir førararnir klipp í koyrikortið.