Fýra fólk eru dripin og tvey eru løstað í einum ukrainskum dronuálopi á eitt russiskt ídnaðarøki í russiska býnum, Volgograd.
Tað upplýsir russiski guvernørurin í økinum, Andrej Botsjarov, sambært Reuters.
Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, skrivar á Telegram, at russiska loftverjan hevur skotið niður 105 ukrainskar dronur, sum vóru á veg móti russiska høvuðsstaðnum.
Sambært The Kyiv Independent vórðu dronurnar skotnar niður í tímunum millum klokkan 21.34 og 02.08, lokala tíð, í nátt.