info
Ongi úrslit

Kunnu skjótt yvirtaka heilar bygdir í Føroyum

Útlendingar mugu ikki sleppa at leggja seg á allar íbúðirnar í landinum

Áki Bertholdsen
1. desember 2021 kl. 11:57

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá løgmanni um at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at keyp jørð og hús í Føroyum. Sum vit skrivaðu í áðni, tekur samgongan undir við løgmanni – men tey halda, at danir og grønlendingar mugu hava sama rætt at keypa fasta ogn í Føroyum, sum føroyingar sjálvir hava.

Les meiri her: Grønlendingar og danir fáa sama rætt í Føroyum sum vit

Andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, taka eisini undir við uppskotinum, men tey halda, at uppskotið frá løgmanni er ikki nóg víðgongt. Tí vilja tey hava Løgtingið at binda ordiliga fyri.

Ingilín Didriksen Strøm, Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir siga, at vit eru í teirri støðu, at ríkir einstaklingar, ella fyritøkur, lættaliga kunnu keypa heilar bygdir, heilar býlingar, ella enntá heilar oyggjar og tí er neyðugt at binda fyri.

Tað kann verða keðiligt, skuldi tað hent seg, at jørðin gleppur av okkara hondum til útlendingar, ið ikki hava nakað tilknýti til Føroyar, og sum ongan áhuga hava í Føroyum enn at hava summarhús her.

Veksandi áhugin hjá útlendingum kunnu eisini avmarka møguleikan hjá teimum fastbúgvandi at ogna sær hús í síni heimbygd. Bústaðarneyðin er stór í Føroyum, og tí ger tað bústaðarneyðina størri, um fastognir verða keyptar til summarhúsvirksemi ella til Airbnb.

Tey halda, at tað rættasta, er, at tað einans eru fólk, sum hava fastan bústað í Føroyum, ella sum hava havt fastan bústað í Føroyum í fimm ár, sum kunnu keypa jørð og hús í Føroyum.

Tey halda eisini, at bara feløg, ið hava heimstað í Føroyum, skulu kunnu ogna sær fasta ogn í Føroyum. Annars skal loyvi fáast til tað úr landsstýrinum.

Sum uppskotið er nú, kann landsstýrið geva loyvi til, at eitt felag, ið ikki hevur høvuðssæti í Føroyum, kann keypa fastogn. Einasta fyritreytin er, at virksemi, sum er í Føroyum samsvarar við virksemi, sum verður rikið í heimstaðnum.

– Tað vil siga, at útleigufyritøkur, ið hava sæti í øðrum londum, kunnu keypa fastar ognir í Føroyum við tí fyri eyga at leiga út. Sostatt forðar uppskotið ikki stórum útlendskum spekulantum, sum eitt nú nógv umrødda Black Stone Group, at eiga meginpartin av leigumarknaðinum í Føroyum.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæa tí staðiliga til, at landsstýrismaðurin ikki skal kunna geva feløgum loyvi at keypa fasta ogn við tí endamáli er at leiga út.

Tað sama ger seg galdandi fyri einstaklingar uttan tilknýti til Føroyar, sum vilja keypa fastogn við tí fyri eyga at leiga út. Lendið er avmarkað, og Føroyar eru viðbreknar, og stórur partur av ognunum kann skjótt enda á útlendskum hondum, siga tey.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

8 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

33 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

35 minuttir síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

38 minuttir síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

1 tími síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

1 tími síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

2 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

4 tímar síðan
Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

4 tímar síðan
Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

4 tímar síðan