info
Ongi úrslit

Føroysk dansilist partur av altjóða pallseting í Taivan

Dagfinn Olsen
5. november 2026 kl. 20:45

Í hesum døgum eru Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting úr dansivirkinum RIVA í Taivan, har tær skulu frumframføra Stafett Duet, eitt pallverk, ið er samansett av trimum duettum. Talan er um eitt spennandi altjóða listaligt samstarv millum RIVA, Seed Dance Company úr Taivan og Ehrstrand Dance Collective, eitt altjóða dansikollektiv við basu í Svøríki.

Bólkarnir hava samstarvast í nøkur ár við verkstovum og dansitilhøldum bæði í Føroyum, Svøríki og í Taivan, men er hetta fyrstu ferð at bólkarnir eru farnir í holt við at skapa eina felags sýning. Hol varð sett á skapanartilgongdina í januar 2026 í Taivan og verður frumframførslan við trimum duettum sýnd í Tainan, Taivan í november. Tær tríggjar duettirnar eru flættaðar saman gjøgnum eina felags evnisviðgerð og ljóðmynd. Tað er Enoch Chen, tónaskald úr Taivan, ið skapar tónleikin til sýningina. Hvør bólkur hevur havt ábyrgd av skapanartilgongdini av einari duett, ið tematiskt tekur útgangsstøði í lokalum søgnum og søgum um verur, ið kunnu skifta skap. Duettin hjá RIVA ber heitið Millum hold og tekur útgangstøði í søgnini um kópakonuna. Samlaða toymið spennir um nógv ymisk rørslumál og hvør bólkur hevur ymisk koreografisk háttaløg. Einstøku koreografiirnar eru mentar við støðugari sparring frá hvørjum øðrum.

Á hesum túrinum í Taivan, hava Rannvá og Vár eisini undirvíst á næmingum frá dansiútbúgvingini á Tainan University of Technology og havt stuttar framførslur á ymsum skúlum.

Tær báðar greiða frá: Vit hava frá byrjan altíð havt eitt mál um at lyfta danislistina í Føroyum á eitt altjóða støði og fáa føroyskan samtíðardans umboðaðan á altjóða pallum. Vit kunnu ikki verða annað enn ernar av at deila ein pall við so dugnaligum dansarum og etableraðum koreografum. Verkætlanin setur okkum í ein spennandi samanhang, sum partur av eini størri heild. Sýningin loyvir áskoðarum at forvitnast, gloyma seg burtur og skapa sambond gjøgnum listarlig hugløg frá nær- og fjarumhvørvinum. At samstarva tvørtur um mentanir og landamørk kennist sera týdningarmikið nú tá heimurin gerst meira og meira sundurskildur.

Tær gleða seg at trína á pall og møta eini nýggjari áskoðarafjøld og merkja hvussu tey uppliva pallverkið. Frumsýningin verður 7.-8. november 2026 í Taikang Cultural Center í Tainan, Taivan. Vikuna eftir, 14.-15. november, verður duettin hjá RIVA aftur framførd í 907 Space Theatre í Yanpu, hesa ferð av dansarum hjá Seed Dance Company. Stuttur brellbiti av Stafett Duet sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=L3Axb-I_v_4 Stuðlað føroysku luttøkuni hevur Mentanargrunnur Landsins

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

23 tímar síðan

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjokuláta og jóla­kal­end­ar­ar tikn­ir aft­ur eft­ir frá­boð­an­ir um sjúku

14 minuttir síðan
Tíðindi

Kastrup stevnir móti metári

45 minuttir síðan
Hondbóltur

Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum

59 minuttir síðan
Tíðindi

Ravsøgn útgeva nýtt staklag um kópakonuna

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Stjørnan vann á Kyndli í bólki 1

1 tími síðan
Tíðindi

Bústaðir byggja 37 nýggj­ar í­búð­ir við Vill­ing­a­dals­vegin

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ungarn vann stórsigur á Montenegro í okkara bólki

1 tími síðan
Tíðindi

Heðin Ziska Davidsen framførir tónleikin úr verkinum RIVA – Kanska ein bygd

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til mál tá Mjällby vann á Borac Banja Luka

2 tímar síðan
Tíðindi

Bretar hækka rentuna fyri fyrstu ferð í trý ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Partarnir hava góðkent semingsuppskotið

3 tímar síðan