Leygarkvøldið 7. november kl. 20.00 í Listastovuni
Kanska ein bygd er eitt poetiskt verk, ið varð skapað í samstarvi millum føroyska dansibólkin RIVA, tónaskaldið Heðin Ziska Davidsen og rithøvundin Beinir Bergsson.
Í verkinum renna samtíðardansur, tónleikur og skaldskapur saman í eina heild, sum við støði í persónligum søgum og samrøðum kannar minni, sambond og menniskju, sum ikki longur eru okkara millum. Tað snýr seg um løturnar, ið drógu fólk nærri hvørjum øðrum – ella longri frá hvørjum øðrum – og um sporini, sum sambondini lata eftir seg.
Tónleikurin hjá Heðini Ziska Davidsen er ein berandi partur av verkinum. Nú kemur hann í Listastovuna at framføra tónleikin solo í eini serligari og inniligari konsert.
Heðin er kendur føroyskur tónleikari og tónaskald. Hann er fyrst og fremst kendur sum gittarleikari, men seinastu árini hevur hann eisini arbeitt við sampling beinleiðis á pallinum og modulsyntesara. Hann ferðast lættliga millum jazz, fólkatónleik og elektroakustiskan tónleik í verkætlanum sum egna bólkinum Tjant, improviserandi syntabólkinum Space Invaders og í samstarvi við tónleikarar sum Marius Ziska, Elinborg og Afenginn. Henda víðfevnda bakgrundin innan elektroniskan tónleik, jazz, fólkatónleik og klassiskan tónleik hevur verið við til at skapa ljóðheimin í Kanska ein bygd.
Tónleikurin kom út sum ein 14 laga dupultpláta 1. november. Á útgávuni skapa elektronisk ljóð, røddir og poetisk brot eitt sansaligt ljóðlandslag. Millum løgini eru Skeið í anda, Móðurmerki, Stereoskop, Meldur og Saman í skeið.
Ljóðið verður gjørt av luttakarunum á kvøldskúlaskeiði
Kvøldskúlin hjá Vága kommunu hevur boðið eitt skeið í ljóðtøkni í Listastovuni. Har hava luttakararnir fingið eina praktiska innleiðing í ljóðtøkni frá Hans Andor Johannesen. Tey hava lært at seta upp útgerð, taka upp og stýra ljóði, so rødd og tónleikur koma greitt fram.
Skeiðið endar við, at luttakararnir gera ljóð til konsertina við Heðini Ziska Davidsen. Soleiðis fáa tey roynt tað, tey hava lært, á einari veruligari konsert.
Kom við inn í tónleikaliga heimin í Kanska ein bygd – eitt verk um minni, fráveru og sambondini, sum halda fram at liva í okkum.