info
Ongi úrslit

VIDEO: Ungarn vann stórsigur á Montenegro í okkara bólki

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Ungarn-Montenegro 32-21 (16-9)

Mynd: Montenigrianska hondbóltssambandið
Heri Á. Simonsen
5. november 2026 kl. 20:30

Ungarn staðfesti í kvøld hví teir eru favorittar til at vinna EM-undanbólk 4, ið er okkara bólkur í EM-undankappingini.

Á heimavølli vann Ungarn í kvøld stórsigur 32-21 á Montenegro. Longu í steðginum var greiður munur. Tá var Ungarn á odda 16-9.

Aftaná eitt umfar hava Ungarn og Føroyar tvey stig hvør, meðan Kosovo og Montenegro einki stig hava.

Zoran Ilic og Zoltan Szita vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Ungarn.

Arsenije Dragasevic avrikaði væl fyri Montenegro. Hann skoraði átta mál upp á 11 málroyndir, og hann legði upp til fýra mál. Hann mugu okkara leikarar halda eitt gott eygað við, tá Montenegro og Føroyar hittast í dysti, sunnudagin klokkan 17.

Sterki málverjin hjá Montenegro, Nebojsa Simić sum spælir við MT Melsungen í týsku Bundesliguni bjargaði trimum av 17 málroyndum. Hin málverjin hjá Montenegro, Nikola Matovic bjargaði sjey av 24 málroyndum.

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Ungarn-Montenegro 32-21 (16-9):

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

23 tímar síðan

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjokuláta og jóla­kal­end­ar­ar tikn­ir aft­ur eft­ir frá­boð­an­ir um sjúku

15 minuttir síðan
Tíðindi

Kastrup stevnir móti metári

46 minuttir síðan
Hondbóltur

Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum

1 tími síðan
Tíðindi

Ravsøgn útgeva nýtt staklag um kópakonuna

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Stjørnan vann á Kyndli í bólki 1

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk dansilist partur av altjóða pallseting í Taivan

1 tími síðan
Tíðindi

Bústaðir byggja 37 nýggj­ar í­búð­ir við Vill­ing­a­dals­vegin

1 tími síðan
Tíðindi

Heðin Ziska Davidsen framførir tónleikin úr verkinum RIVA – Kanska ein bygd

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til mál tá Mjällby vann á Borac Banja Luka

2 tímar síðan
Tíðindi

Bretar hækka rentuna fyri fyrstu ferð í trý ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Partarnir hava góðkent semingsuppskotið

3 tímar síðan