info
Ongi úrslit

Bústaðir byggja 37 nýggj­ar í­búð­ir við Vill­ing­a­dals­vegin

Bústaðir hava í dag undirskrivað sáttmála við byggifyritøkuna HVT um at byggja 37 nýggjar leiguíbúðir við Villingardalsvegin í Tórshavn. Samstundis er skeyti um lendið undirskrivað við Tórshavnar kommunu. Byggingin fer í gongd í næstum, og íbúðirnar væntast at standa lidnar á vári 2028.

Eirikur Lindenskov
5. november 2026 kl. 20:45

Verkætlanin fevnir um 37 íbúðir, sum verða bygdar í trimum bygningum. Íbúðirnar verða í trimum ymiskum støddum, soleiðis at tær kunnu hóska til ymiskan bústaðartørv.

Íbúðirnar verða býttar soleiðis:

  • 20 íbúðir á 53 m²

  • 3 íbúðir á 73 m²

  • 14 íbúðir á 85 m²

Við ymisku íbúðarstøddunum verður møguligt at bjóða bústaðir til bæði einstaklingar, pør og familjur.

"Vit eru fegin um, at vit nú kunnu fara undir byggingina av 37 nýggjum leiguíbúðum við Villingardalsvegin. Hetta er ein týðandi verkætlan fyri Bústaðir, og við íbúðum í ymiskum støddum kunnu vit bjóða bústaðir, sum hóska til ymiskan tørv, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum".

Byggingin verður liðug á vári 2028.

HVT stendur fyri byggingini sum heildararbeiðstakari. Arbeiðið fer eftir ætlan í gongd í november 2026, og íbúðirnar skulu sambært sáttmálanum verða lidnar í seinasta lagi í apríl 2028.

Jógvan Ósá (Stjóri Bústaðir), Ingibjørg Berg (Stýrisforkvinna) og Regin Petersen (Stjóri HVT)

Við undirskrivingini av skeytinum við Tórshavnar kommunu og byggisáttmálanum við HVT eru fortreytirnar nú lagdar fyri at fara undir byggingina.

Verkætlanin er liður í arbeiðinum hjá Bústøðum at økja um útboðið av leigubústøðum og skapa fleiri bústaðarmøguleikar í Føroyum.

Nærri kunning um útleigu verður kunngjørd, tá ið byggingin nærkast endanum.

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

23 tímar síðan

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjokuláta og jóla­kal­end­ar­ar tikn­ir aft­ur eft­ir frá­boð­an­ir um sjúku

14 minuttir síðan
Tíðindi

Kastrup stevnir móti metári

45 minuttir síðan
Hondbóltur

Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum

59 minuttir síðan
Tíðindi

Ravsøgn útgeva nýtt staklag um kópakonuna

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Stjørnan vann á Kyndli í bólki 1

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk dansilist partur av altjóða pallseting í Taivan

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ungarn vann stórsigur á Montenegro í okkara bólki

1 tími síðan
Tíðindi

Heðin Ziska Davidsen framførir tónleikin úr verkinum RIVA – Kanska ein bygd

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til mál tá Mjällby vann á Borac Banja Luka

2 tímar síðan
Tíðindi

Bretar hækka rentuna fyri fyrstu ferð í trý ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Partarnir hava góðkent semingsuppskotið

3 tímar síðan